Manningin á Gadus hevur samhuga við manningini á Sjúrðarberg

politikkur08-05-2017 - 14:13 - Jóanis Nielsen

Samhugaskriv til manningina á Sjúrðarberg, og stúran fyri okkara egnu framtíð t.v.s. manningini á Gadus.

Hava hugsað um hvat tað er, sum fær fólk til at blíva so destruktiv, sum hendan samgongan nú einaferð er, at vilja sora fiskivinnuna sundur, nú hon koyrir betur enn menn vita um, hesi 17 sum sita í samgongu kundi fari í søguna, sum tey í gjørdu tað møguligt at endurnýggja fiskiflotan, men tey velja heldur tað øvuta, skilji tann sum skilja vil.

Her verður tosað um samgonguna, sum eina homogena eind, men tað er nú ikki heilt rætt , tí har eru tvær suðuroyar-hetjur, sum hava sæð ljósið, teir sóu úlvin sjálvt um hann var  í (fåre klæder sum danskarar siga) og fingu bjarga sínum upp á turt, men hvar eru norðoyar tingfólkini, sum eru í samgonguni í øllum hesum, hvussu kann tað vera, at teir har suðri kundi síggja at uppskoti í verandi líki fór at verða ein vanlukka fyri teirra øki, og okkara samgonguumboð halda at tað er super, at vit sum sigla hjá J.F.K koma at missa hýruna og harvið livi – breyðið hjá okkara familjum hava tey sæð seg ill inn á J.F.K ella hvat, vit standa spyrjandi. ???

Tað eru 64 familjur kring alt Føroyaland, sum fáa sína árligu inntøku umborð á Gadus, tað vil siga 2 heilar manningar, hetta letur seg gera , tí vit hava tað kvotu sum vit nú eina fer hava, og tí kunnu vit hava eitt familjulív, um kvoturnar verða skerdar, sum landsstýrið vil, tá er ikki pláss fyri 2 manningum, og teir sum verða eftir mugu sigla so at siga hvønn túr fyri at fáa tað at hanga saman, hví fara aftur til slupp tíðina tá aðrir møguleikar eru ??????

Annars so sær tað út til at fiskimálaráðharrin hevur siti og roknað út hvussu nógv hvørt skipið skal hava fyri at klára seg ,fyri síðan at geva hvørjum aktøri so mikið at hann akkurat yvirlivir ella helst doyr, tí eitt er givið, ongin yvirlivir við bert 20% av einari Barentshavs kvotu, og als ikki um tú hugsar um at byggja eitt nýtt skip fyri 280 mil. Sum er prísurin fyri eitt slíkt.

Nú rentan er søguliga lá, og skipasmiður kring heimin ikki hava so nógv at gera, so hevði tað verið ein gyltur møguleiki at bygt nýtt, men nei - tað skal ikki verða, vit skulu sigla við okkara gomlu dangum til alt steðgar av sær sjálvum, stendur tað til hetta landsstýrið, listi okkum at sjá hvussu nógv kemur í landskassan tá.

Manningin á Gadus