Mannfólkavikuskifti í Nesvík

mentan09-08-2017 - 14:15 - Jóanis Nielsen

Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá við góðum tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum, heitum pottum, framførslu frá tónleikabólkinum Blátt Gras og serliga góðum mati.

Evnið í ár er ‘Hevur tú tíð...?’.Vit liva í eini sera ‘resutari’ tíð og hava ivaleyst ongantíð havt so ringa tíð sum nú. Avleiðingarnar av hesum eru millum annað, at strongd er vorðin ein vanlig sjúka, familjur eru íupploysn, og fleiri torna upp andaliga.

Í vikuskiftinum steðga vit á í øllum ‘resinum’ og komainn á, hvussu vit kunnu verða betri til at raðfesta okkara tíð. Vit hava allir 24 tímar í døgninum, men hvussu brúka vit hesar tímarnar? Vit hava eina avmarkaða tíð á jørðini, hvussu brúka vit hesa tíð best?

Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, ið skipar fyri tiltakinum, sum seinastu tvey árini hevur verið væl umtókt. Hvørt ár hava áleið 150-200 menn úr øllum landinum luttikið, yngri sum eldri.

Her kanst tú lesa skránna fyri mansleguna,umframt at tað eisini ber til at melda seg til leguna.