Maniitsoq kom á Miðvág seinnapartin

Vinna14-12-2016 - 22:10 - Jóanis Albert Nielsen

Seinnapartin í dag kom Manittsoq á Miðvág. Manittsoq er komin hendan vegin fyri at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, tó er enn ikki greitt hvør skal gera tað. Skipið fer til Grønlands í mars næsta ár.

Upprunaliga er skipið bygd til kópaveiðu, skipið er bygt í 1960, men var seinni brúkt til nótaskip.

Síðani 2015 er skipið brúkt til at flyta livandi tosk frá útróðrarmonnum í Vesturgrønlandi til flakavirkið í Grønlenska býnum Manittsoq, sum skipið eisini eitur eftir, so skipið verður í dag brúkt sum brunnbátur.

Tað eru 7 mans við skipinum, og teir koma úr Føroyum, Grønlandi og Norra. Skipið siglir við norskum flaggi, og er heimahoyrandi í Tromsø.