Tilvildarlig mynd.

Mangur leikur í longum talvi

ítróttur01-11-2019 - 17:56 - Jóanis Nielsen

Talvsamband Føroya: Tað munnu fýra av heimsins bestu telvarum sanna, sum í hesum døgum kappast um óalmenna HM-heitið í sonevndari Fischer-randomtelving. Telvað verður í Noregi. Stríðið stendur millum Magnus Carlsen úr Noregi, Wesley So úr USA, Fabiano Caruana úr USA og Ion Nepomniachti úr Russlandi.

Fischer-random er alternativ telving. Fólkið verður stillað upp øðrvísi frá byrjan enn í vanligari telving. Alt, sum eitur byrjanarteori, er tí burtur. Telvararnir hava bara sína grundfatan til hjálpar. Hetta slagið av stuttleikatelving er uppkallað eftir fyrrverandi amerikanska heimsmeistaranum Bobby Fischer, sum longu í 60-árunum ávaraði um talvdeyðan, tí spælið verður granskað so út í æsir, at tað so líðandi gongur til grundar. Hann skeyt tí upp, at byrjanaruppstillingin verður broytt, so at farast kann undir eina heilt nýggja talvsiðmenning. Millum telvarar er breið semja um, at talvið er í sínum upprunaformi so óendaligt ríkt, at eingin orsøk er í bræði at ræðast talvdeyðan. Men nú verður so uppskot Bobby Fischers trýstroynt á hægsta stigi.

Finalan í Noregi stendur millum Magnus Carlsen og Wesley So. Eftir fyrsta finaludagin í dag hevur Wesley So lagt seg á odda. Hann vann annað av tveimum talvum, hitt endaði javnt. Teir telvaðu tvey long kviktalv í dag. Sama gera teir í morgin. Leygardagin endar finalan við fýra stuttum kviktalvum og fýra snartalvum.


Vágamenn á odda

Í øðrum umfari í føroysku landskappingini sunnudagin styrkti Sandavágs Talvfelag sína oddastøðu við 3-1 sigri á B-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag. Eitt sindur óvæntað máttu brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen sættast við remis á ovaru borðunum móti Rógva Mortensen og Herluf Hansen. Silas Eyðsteinson og Torkil Nielsen tryggjaðu meistaraliðnum sigurin við sigrum móti ávikavist Suna Merkistein og Margar Berg á triðja og fjórða borði.

Dysturin millum Klaksvík og Kollafjørð endaði javnur 2-2. Óvæntað máttu bæði Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe dvína fyri ávikavist Rógva Mørkøre og Eivindi Jacobsen, tó at klaksvíkingarnir eru nøkur hundrað ratingstig fremri enn mótstøðumenninir.

Triði dysturin millum Havnina A og Vestmanna var útsettur vegna jarðarferð. Sandavágs Talvfelag hevur 7 stig, Klaksvík 5½ og Havnin B 3 stig. Nú sunnudagin verða dystirnir í triðja umfari telvaðir. Tá eru dystirnir í 1. deild hesir: Klaksvík-Sandavágur, Havnin A-Kollafjørður og Havnin B-Vestmanna. Útsetti dysturin millum Havnina A og Vestmanna verður annan sunnudagin 10. november.


Luitjen og Leif í Uppsala

Tveir av okkara ungu telvarum hava seinastu vikuna luttikið í sterkari almennari ungdómskapping í Svøríki. Luitjen Apol og Leif Reinert Fjallheim, báðir úr Havnar Telvingarfelag, royndu eydnuna í kappingini Uppsala Young Champions. Misjavnt var hvussu hepnaðist. Luitjen, sum hevur tikið seg nógv fram, mundi ikki vera nøgdur við sítt avrik. Leif kundi afturímóti fegnast um nøktandi úrtøku.

Av 32 telvarum endaðu føroyingarnir ávikavist nummar 22 og 24 í røðini. Leif fekk 4 stig og Luitjen 3½. Umførini vóru níggju. Luitjen gongur sløk 40 ratingstig aftur, men Leif fer 25 stig fram.


Russland á odda í EM

Fjøruti lond kappast í hesum døgum í Batumi í Georgia um EM-heitið fyri landslið. Sjey av níggju umførum eru telvað. Russland er á odda við tólv dystarstigum. Í hølunum á teimum eru Ukraina, Ongland og Týskland við ellivu dystarstigum hvør. Norðurlond standa seg ikki av álvara. Svøríki er nummar 23, Norra 24, Finnland 25, Ísland 31 og Danmark nummar 35 eftir sjeynda umfar í dag. Føroyar eru ikki við hesaferð.

Í áttanda umfari í morgin eru toppdystirnir hesir: Russland-Ongland og Ukraina-Týskland. Kappingin endar leygardagin.