Mánamorgunin verður Fiskivinnunýskipanaruppskotið lagt fyri tingið til 1. viðgerð

vinna28-05-2017 - 10:08 - Jóanis Nielsen

Manningarfeløgini bæði, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara og Navigatørfelag, hava leingi víst teirra ónøgd við uppskotið, ímeðan Maskinmeistarafelagið líkasum gongur í tvíningum, teir alment løntu, sum taka undir við uppskotinum og teir maskinmenn ið sigla við fiskiskipum, ið ynskja tað har piparið grør.


Har er eftir mínum tykki nógv gott at heinta í uppskotinum. Hóast tað, so kann eg undir ongum umstøðum taka undir við tí.

At uppskotið í stóran mun byggir á stovnsrøkt og kvotaskipan, heldur enn fiskidagaskipan, haldi eg er gott. Tí uttan stovnsrøkt, koma vit bara at býta okkum sjálvi í halan.

Sjálvur essensruin í uppskotinum, er ikki til. Í uppskotinum stendur at landið skal krevja ein tilfeingisskatt frá vinnuni, men vit fáa ikki at vita hvat og hvussu. Tað sita tey og rokna uppá nú, og ætla at vit skulu góðtaka tað við eini kunngerð, sum landsstýrismaðurin til einhvørja tíð hevur heimild at broyta. Tað sigur seg sjálvt, at tað gera vit ikki.

Í esum uppskotinum stendur eisini at minst 20% av veidda fiskinum skal yvir eina almenna uppboðssølu, restin, hini 80% kunnu keypast fyri undirprís. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tað góðtaka vit heldur ikki.

Í Noregi, sum vit so mangan samanbera okkum við, í fiskivinnuhøpi, eru greiðar reglur fyri hvussu mest fæst fyri veidda fiskin. Í hvussu so er uppisjóvarfiskin. Har verður alt selt umvegis Sildesalgslaget, við einum ásettum minstaprísi, ið er settur av manningarfeløgunum, Reiðarafelagnum og fiskakeyparunum. Hesin minstiprísur verður javnan reguleraður, alt eftir hvat fiskakeyparin á heimsmarknaðinum vil gjalda.

At Høgni Hoydal og onnur ið tala fyri at selja ófiskaðan fisk umvegis eina uppboðssølu, er katastrofalt. Tað fara vit heldur ikki at góðtaka. Tað sigur seg sjálvt.


Tað ber enn til at broyta lógina um at inndraga øll veiðirættindi pr. 31.desembur 2017, til at inndraga allar kvotur og fiskidagar, fyri síðan at býta tað útaftur av nýggjum, soleiðis at onki skip hevur meira enn eina kvotu av hvørjum fiskaslagi. Tá verður nemliga rúm fyri fleiri nýggjum veiðiloyvum. Tildømis, er rúm fyri í minsta lagi trimum uppisjóðarskipum, sum í dag eru tey sum bera seg best í fiskivinnuni. Tískil átti tað at sagt seg sjálvt at man fer tann vegin.

Elmar Højgaard, frá Fiskiveiðueftirlitinum, hevur úttala seg um at við eini kvotaskipan, verður helst ein meirkostnaður á 20 milliónur krónur til eftirlit.
Um allur veiddur fiskur verður seldur umvegis eina uppboðssølu, burdu vit helst kunna spart hasar 20 milliónurnar í eftirlitið.

Sum er, so formynda vit bara okkum sjálvi, ímeðan Íslendarar og Russar gera akkurát sum teir vilja í Føroyskum sjógvi, nærum uttan eftirlit. Íslendarar ásettu sær egna svartkjaftakvotu í Føroyskum sjógvi, 100.000 tons, og hava teir landa meginpartin í Íslandi. 12 skip hava havt loyvi at fiska í senn, og vit finna ikki pláss fyri nýggjum aktørum í Føroyum.

Mortan G. Berjastein.


PS.

Høgni Hoydal segði í útvarpinum í farnu viku, at tað ber ikki til at avtaka avreiðingargjaldið á tvær krónur pr. kilo makrel, um avreitt verður aðrastaðni enn í Føroyum. Kann Høgni Hoydal vinarliga greiða frá hví tað ikki ber til??