Málsetningurin er broyttur

ítróttur27-09-2018 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

HSF: Kvinnuliðið hjá Kyndli var í bæði steypa- og FM-finaluni í fjør, og gjørdist greipuvinnari fyrraárið. At røkka finalunum er ikki málið í ár.

– Vit leggja ikki so stóran dent á úrslit, men heldur at byggja upp eitt væl samanspælt lið, bæði á og uttanfyri vøllin.

Tað sigur Súna Krossteig Hansen.

Kyndil hevur mist fleiri týðandi leikarar. Turið Arge er farin til Íslands at spæla hondbólt, Anna Brimnes er við barn, Bjarta Johanesen er farin niður at lesa og Maja Dragoljubovic hevur skift til Neistan. Marianna Geirsdóttir Eystberg og Guðrun Restorff eru og fjakka, men vera við í seinnu helvt av kappingarárinum.

– Liðið er sera ungt í ár. Fleiri nýggir leikarar skulu royna seg í bestu deildini á fyrsta sinni. Eg haldi kortini at liðið sær spennandi út og vit gleða okkum at mennest sum hondbóltsspælarar og lið, sigur Súna Krossteig Hansen.

Kyndil hevur spælt tveir dystir í nýggja kappingarárinum, sum var móti H71 og VÍF. Kyndil tapti báðar.