Málið um kirkjugarðin í Sandavági útsett

politikkur23-02-2018 - 13:11 - Jóanis Nielsen

Borgarstjórin hevur tikið avgerð um, at málið um kirkjugarðin í Sandavági ikki verður viðgjørt á almenna býráðsfundinum mánakvøldið tann 26. februar 2018.

Orsøkin til hesa avgerð er, at nakrir smálutir í uppskotunum skulu lýsast betur, áðrenn málið er búgvið til endaliga avgerð.