Málið um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum er útsett

Politikkur03-11-2017 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

NORÐURLANDARÁÐIÐ: Komandi árið er ætlanin, at føroyskir og danskir myndugleikar samskifta nærri um føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum hevur tikið eina brádliga vend. Undan fundinum fyrrapartin høvdu flest øll væntað, at formanskapurin í Norðurlandaráðnum fór at vísa málinum burtur. Men so bleiv ikki. Ein stórur meiriluti samtykti – eftir ynski frá Akseli V. Johannesen, løgmanni – at útseta málið til komandi Norðurlandaráðsfund.

- Eg eri fegin um, at ein so stórur meiriluti tók undir við at útseta málið. Tað er einki dulsmál, at eg undan fundinum var sannførdur um, at føroyska ynskið um fullan limaskap fór at vera víst burtur. Eg havi góðar vónir um, at tað fer at bera til at finna eina góð loysn komandi árið, sigur Aksel V. Johannesen.

Komandi árið er ætlanin, at føroyskir og danskir myndugleikar samskifta nærri um føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.