Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Makrelskipini hava hampuligan fiskiskap

vinna11-08-2019 - 12:12 - Jóanis Nielsen

 Trý føroysk skip eru á makrelfeltinum einar 100 fj. norður úr føroyska makrinum - Christian í Grótinum, Norðborg og Fram - Síðani tey komu hagar hevur fiskiskapurin verið hampuligur, segði Páll Klein Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, tá ið vit tosaðu við hann fyri løtu síðan. Í morgun lotaði av norði, vindferðin lá um 12 m/sek, tað ávirkar fiskiskapin beinanvegin tá ið lot er.

Páll Klein Rasmussen segði, at har vóru nógvv grønlendsk og russisk skip, men einki íslenskt, tey íslendsku royna í íslendskum sjógvi og hava havt góðan fiskiskap.