Make the North Great Again! Kom á “fólkafund”

politikkur22-11-2021 - 15:18 - Jóanis Nielsen

Skulu Føroyar vera sjálvstøðugar? Er fiskivinnupolitikkurin rættvísur? Hvussu er sambandið millum Føroyar og Danmark? Kom á “fólkafund” og ver við í kjakinum, tá Norðurting kemur til Havnar 1. desember kl 19.30 í Norðurlandahúsinum.

Er tað skemt ella álvari? Tað er tað fólk oftast spyrja Amund Sjølie Sveen, tá hann ferðast runt í Norðurøkinum við sínum reyða flaggi og slagorðinum “Make the North Great Again”. Men hví kann tað álvarsama ikki vera stuttligt? Norðurting er stuttligt, men sanniliga eisini í álvara.

Norðurting er ein listalig verkætlan, sum vendir sjóneykuni ímóti politiskum spurningum í norðurøkinum. Tað verður sett fram, at politiska og fíggjarliga valdið liggur uttanfyri sjálv økið. At økið enn ber brá av hjálandaveldi. Og at Norðurøkið má reisa seg.

Tí ferðast Amund Sjølie Sveen runt og bjóðar til Norðurting. Fyri at skapa eitt rúm til kjak og hugleiðing um valdið, búskapin og samleikan í økinum. Hann vil broyta háttin vit hugsa um okkum sjálvi og onnur. Við sær hevur hann eitt stórt neonskelti við boðskapinum Make the North Great Again, sum er ein viðmerking til royndina hjá Trump at keypa Grønland. Norðurøkið er ikki til sølu! Vit taka stýringina aftur.

Fyrsta desember kl. 19.30 eru øll boðin til Norðurting í Norðurlandahúsinum. Á skránni er m.a. punktónleikur, felagssangur, powerpoint, atkvøðugreiðsla, happadráttur, politiska greining og konfetti.

Afturat stovnaranum av Norðurting Amund Sjølie Sveen luttaka eisini tónleikarin og tónaskaldið Erik Stifjell og hesir føroyingarnir:

  • Jenis av Rana
  • Edith Dahl Jakobsen
  • 200
  • Harmoniorkestrið GHM
  • Vár Bech Árting frá Riva
  • Dansibólkur frá háskúlanum

Tilmelding á nlh.fo

Les meira ánordting.no/