Nýggjastu


Magnus Rasmussen tekur sæti á Fólkatingi

Politikkur29-10-2020 - 16:25 - Jóanis Albert Nielsen

Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum í eitt styttri tíðarskeið, og Magnus Rasmussen kemur tí í hansara stað frá 3. november 2020.

Týsdagin 3. november verður fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og tingbólkaformaður, tekur tískil við sessinum á Fólkatingi.

Magnus Rasmussen er útbúgvin lærari og var borgarstjóri í Runavíkar Kommunu í tíðarskeiðnum 2009 til og við 2015, har hann á fyrsta sinni bleiv valdur í Løgtingið.

Hetta er fyrstu ferð, at Magnus Rasmussen skal royna seg á Fólkatingi, og hóast hann er lutfalsliga nýggjur á politiska vígvøllinum, er tað við áræði og stórum hugi, at hann tekur við avbjóðingini.

- Eg ivaðist ikki í at taka av, tá møguleikin nú kom. Eg stillaði upp til seinasta fólkatingsval, tí eg havi áhuga fyri fólkatingsarbeiðinum, so tað er sjálvsagt, at eg taki av nú. Tað er eingin ivi um, at hetta verður ein krevjandi og spennandi avbjóðing, men eg gleði meg at koma í gongd við arbeiðið. Eg ætli mær eisini at seta meg inn í so nógv viðurskifti á Fólkatingi sum møguligt, nú eg havi møguleikan, fortelur Magnus Rasmussen.

Fyribils fólkatingslimurin kemur í eldin beinavegin. Sum nakað av tí fyrsta skal hann til spurnartíma við forsætisráðharra Mette Frederiksen, og umframt at luttaka í fleiri fundum, skal hann umboða Føroyar, tá allir norðurlendsku sendiharrarnir kunna um teirra arktisku strategiir og hvussu styrkjast kann um norðurlendska samstarvið í Arktis.

Magnus Rasmussen skal formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í Fólkatingssalinum, men tað er ikki óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi, og hetta er tí at rokna sum ein formalitetur.