Magnus Pauli: - Tíð mín í Álaborg

Mentan30-03-2018 - 17:49 - Jóanis Albert Nielsen

Alaborg.fo skrivar:

Magnus Pauli West 

Eftir at eg avleveraði lykilin til Álaborg og var byrjaður at hugsa um næsta kapitul í mínum lívið fekk eg eina nýggja uppgávu frá Føroyingafelagnum í Aalborg. Eina øðrvísi uppgávu, sum eg ikki hevði væntað at gera enn á sinni. Men við mínum lætta lyndi, eri eg altíð klárur at átaka mær eina spennandi uppgávu, og tað fari eg hervið í gongd við.

Klokkan er farin av 19 sunnukvøldið eftir ræstkjøtaveitsluna. Eg siti við køksborðið heima í íbúðini á C. W. Obel kollegiunum. Í bakgrundini kennist tað sum brummi av Dolci Gusto maskinuni spælir í takt við tónunumm frá Sam Smith úr hátalarunum. Meðan angurin frá mínum chai tea latte so smátt byrjar at fylla køkin, siti eg og hugsi um mína tíð í Føroyingafelagnum. Um tú, sum lesari, ikki enn er komin á slóðina um, hvat uppgávan hjá Føroyingafelagnum er, so er at fylgja við, meðan eg greiði frá endurminningum mínum. Áðrenn tú byrjar at bresta útúr látri og hugsa, ”halt kipp ikki, sum hann er blivin gamal”, so skal eg siga tær, at hasin tankin longu hevur strokið meg, og eg fangaði meg sjálvan í at flenna at mær sjálvum. Tá eg hugsi um endurminningar, hugsi eg um tær bøkur, eg havi lisið um eldsálir, íverksetarar og slóðbrótarar, sum hava sett fingramerkið sítt á alheimin. Hetta fær meg at hugsa um, hvat eg kann bjóða tykkum lesarum? Havi eg veruliga upplivað so nógv? Gjørt so nógv? Eg veit ikki, møguliga. Lat okkum nú síggja, hvørji gullkorn koma úr hesum endurminningum. Síðani kunnu vit gera okkum eina niðurstøðu, um eg hoyri til nøkur av hesum heitinum.

So set teg væl til rættis, og lat meg føra teg aftur til ta tíðina, tá ið alt byrjaði.

Áðrenn Álaborg

Sum lovað, vil eg greiða tykkum frá tí tíðini, tá ið alt byrjaði. Tað var ein kaldan november í 1987 – nokk nakrar mánar áðrenn hetta. Eg eri barn frá babyboom árinum á Tvøroyri, tá yvir 40 børn blivu fødd. Um vit samanlíkna hetta við í dag, so blivu um 40 børn fødd í allari Suðuroynni í 2017. Orsøkin til babyboomið, og kanska eisini orsøkin til, at eg bleiv til, var at Tvøroyrar kommuna bjóðaði øllum, ið áttu børn í 1987, ein eyka barnakekk. Hesin møguleikin hevur kanska birt ein íverksetanaranda í nógvum pørum á Tvøroyri, tí brádliga var ein enn størri vinningur í at fáa sær eitt barn.

Tvøroyri

Staðið, har eg sleit barnaskógvar mínar, og sum eg eri stoltur at kalla ’heimstaður mín’.

Sum miðlingur í einum deilignum syskinaflokki á trý vaks eg upp í einari miðalklassa familju; pappa er útbúgvin bilmekanikari, men arbeiddi stóran part av barnaárunum sum umsjónarmaður, og mamma var hjálparfólk í barnagarðinum og hevur í dag meira enn 25 ár á baki. Pappa og mamma eru foreldur av tí slagnum, sum ofraðu alt fyri børn teirra. Vit vistu altíð, at vit komu fyrst, og at tey hjálptu okkum alt tað, tey kundu.

Eftir at hava lokið miðnámskúlaprógvið í 2017 arbeiddi eg í eitt hálvt ár á Delta Seafood og eftir hetta var eg hareftir so heppin at koma í læru á TAKS. Tíðin á TAKS var ótrúliga mennandi fyri meg persónliga, og tað var í hesari tíð, at grundarlagið bleiv lagt til tann persón, eg eri í dag. Í 2008 møtti eg eisini damu míni, og síðani tá hevur ævintýrið koyrt út í eitt og við fullari ferð. Hon er tann, sum hevur gjørt tað møguligt hjá mær at vera í nevndini í Føroyingafelanum, tí uttan stuðul hennara, hevði tað ikki borið til.

Tíð mín niðri byrjaði í 2014, tá eg bleiv upptikin á Aalborg Universitet at lesa altjóða fyritøkusamskifti. Men tann størsta hendingin, eg havi upplivað, var í juli 2016, tá eg bleiv pápi. Sjálvt um gerandisdagurin er vendur á høvdi, og eg hvønn minutt av hvørjum degi hugsi um dóttrina, so er tað einki annað enn fantastisk at verða pápi. Í 2017 kom eg inn á master-útbúgvingina ’Culture, Communication & Globalization’ og valdi sergreinina innan leiðslu og organisatión.

Á myndini eri eg saman við lítlu familju míni, Vivian og Mira. Tær báðar geva mær íblástur og drívmegi til alt, eg geri.

Hatta vóru áleið 30 ár pakkað niður á nakrar linjur. Kanska hetta fær teg at hugsa, um hvussu lítið vit fylla í alheiminum, tá vit kunnu skriva alt lív okkara á nakrar fáar linjur. Líkamikið, latið okkum flyta okkum burtur frá filosofisku tonkunum og aftur til uppgávuna, sum eg fekk frá Føroyingafelagnum.

Fyrsta sæti í nevndini, árið 2015/2016

Fyrstu ferð, eg var í Føroyingafelagnum í Aalborg, var í august 2014, og hettar var til eina ’Álabrunsj’. Hetta var umleið tvær vikur eftir, at eg og daman vóru flutt til Danmarkar í lestrarørindum á Aalborg Universitet. Á hesari brunsjini hitti eg fleiri føroyingar, sum eg bæði kendi, visti um og ongantíð áður hevði hitt. Hetta upplivilsið fekk meg at hugsa um, hvussu genialt tað var, at føroyingar kundu hittast til eitt prát í umstøðum – sum á ein løgnan hátt – minti okkum um Føroyar.

Á myndini síggjast eitt nú Vivian Muller, Jarmund Michelsen og Jan Smedemark. Vivian og Jarmund hava verið sjálvboðin í Føroyingafelagnum, og Jan var peningarøkil í tíðarskeiðnum 2015-2017.

Eftir Álabrunsjina vóru daman og eg til nærum øll tiltøk Føroyingafelagið skipaði fyri. Í einum føroyskum ballið saman við eitt nú Gunnari í Dali og Jens Arna Leo Hammerfoss kom tað upp at venda, at Jan Smedemark og eg burdu stillað upp til aðalfundin 2015. Hetta gjørdu vit so, og báðir blivu valdir inn í nevndina. Í hesari fyrstu nevnd vóru, umframt eg: Gunnar í Dali, Jens Arni Leo Hammerfoss, Jan Smedemark, Angeli Tindskarð, Kára Veirum og Terji Beder. Vit skipaðu okkum, og eg átók mær uppgávuna sum skrivari. Tað var ikki av tilvild, at eg valdi at blíva skrivari, tí sum samskiftislesandi kundi eg brúka tað, eg lærdi á universitetinum í “veruliga” lívinum. Harafturat metti eg, at royndir mínar á TAKS kundu gangnýtast og á hendan hátt kundi eg møguliga seta mítt fingramerkið á felagið og nevndararbeiðið.

Um hetta mundið var ikki so øgiliga nógv virksemi í felagnum. Hetta kom nokk av, at nevndin frammanundan hevði brúkt alla orku sína í at fáa felagið í gongd aftur. Tað var ein stór uppgáva at fáa føroyskar útisetar til tiltøkini. Eitt dømi um stóru uppgávuna var til eina Álaquiz, tá ið einans tvey borð luttóku. Men fyri at vit skuldu gera quizina eitt sindur meira spennandi, so spældu barrvørðirnir við tað triðja borðið. Sjálvt um hetta dømið bert var eitt av mongum, so fall nevndin ikki í fátt. Andin í nevndini um at menna felagið og harvið gera felagið størri helt áfram. Við hesum fyri eyga, fór nevndin í gongd við at ’brainstorma’ og finna uppá nýggj tiltøk. Minnist meg rætt, so var tað til hvønn nevndarfund, at okkurt nýtt uppskot kom uppá tal. Vit í nevndini tosaðu um allar møguleikar til at skipa okkurt nýtt tiltak, og tað var einans hugflog okkara, ið setti mørk. Vit tosaðu um tað reyða kuffertði, konsertir, framløgur, útferðir, barnatiltøk, you name it, næstan alt kom upp at venda.

Myndin er tikin til eina Álabrunsj í ein august mánað, tá ið eg helt framløgu fyri nýggju útisetunum í Aalborg um praktisk viðurskiftir.

Hetta var ein øgiliga spennandi tíð, tí vit høvdu frítt val, og tað var bara at royna hugskotini. Og nógv bleiv roynt av, okkurt var væleydnað, og okkurt var ikki. Nærum øll í nevndini vóru lesandi, høvdu ítriv og familju, sum eisini skuldu passast. Hetta avmarkaði, hvussu nógv orka kundi leggjast í felagið. Í hesari sætini, 2015/2016, blivu trý í nevndini foreldur, so tað lá enn meira á okkum, sum ikki høvdu børn. Men tað gekk, og øll skiltu støðuna hjá hvørjum øðrum.

Eitt síðsta, sum er áhugavert at nevna frá fyrsta árið mínum í nevndini, er, hvussu eg valdi at skipa nevndarfundirnar. Sum eitt tað fyrsta eg upplivdi, sum eg eisini var ávaraður um, áðrenn eg stillaði upp, var, at nevndarfundirnir vóru sera drúgvir. Ofta tóku teir hálvan triðja tíma, og meginparturin av tíðini bleiv brúkt til uttanumtos. Hendan trupulleika hevði eg upplivað fyrr á TAKS men ikki í eins og stóran mun, har vit hareftir valdu at seta minuttir av til hvørt evni. Soleiðis kom strukturur í fundarnar, og tíðin bleiv brúkt meira effektivt. Fólk vistu tískil, at tað einans vóru x minuttir, sum tey høvdu at tosa um eitt evni, og hareftir koma við einari loysn. Eg minnist at aftaná nakrar nevndarfundir við hesum leisti, at Angeli segði við meg, hvussu deiligt tað var, at fundirnir vóru so effektivir og stuttir, tí nú kundi hon koma heim til sjeikin, sonin og skúlatingini í rímiligari tíð.

Alt í alt var fyrsta árið hjá mær í nevndini spennandi og mennandi. Eg lærdi, hvat skal til fyri at flyta eitt tiltak úr stoypi skeiðini og út í veruliga lívið. Eg lærdi eisini, hvussu tað er at arbeiða saman við øðrum fólki um eitt felagsmál, og hvussu umráðandi tað er við strukturi og effektivari nýtslu av tíð og serliga, hvussu umráðandi samskiftið er.

Næsta sæti, árið 2016/2017

Á aðalfundinum í 2016 valdi eg at stilla upp og bleiv afturvaldur. Hesin aðalfundur var eitt sindur sermerktur, tí í fráfarandi nevndini valdu trý at steðga, og eingin nýggjur ætlaði at stilla upp. Sostatt vóru vit einans fýra, ið stillaðu upp, og hettar var ov lítið til at manna eina nevnd. Afturat at eingin ætlaði at stilla upp, so vóru sera fá fólk til aðalfundin. Men eftir at hava tráspurt tey, sum vóru møtt, fingu vit Gurið Djurhuus at stilla upp, og harvið var nevndin klár. Í hesi nevndini vóru, umframt meg og Gurið: Jan Smedemark, Kára Veirum og Jens Arni Leo Hammerfoss. Tá nevndin hevði skipað seg, hevði eg tikið á mær formanssessin.

Hetta seinna árið hjá mær í nevndini minti nógv um fyrsta, tí vit arbeiddu framhaldandi við at menna felagið. Tó var tað soleiðis, at vit einans vóru fimm nevndarlimir, og hetta førdi við sær, at byrðan var enn størri á hvønn nevndarlim. Tó vildu vit ikki, at hetta skuldi ávirka nevndararbeiðið ov nógv. Og á ein ótilvitaðan hátt birti hetta okkurt í okkum, at vit vildu vísa, at sjálvt um vit einans vóru fimm, so skuldi hetta ikki varnast – heldur tvørturímóti.

Í menningararbeiðinum vóru nógvir bóltar í luftini, tí afturat at finna uppá nýggj tiltøk, so royndu vit at fáa tað fíggjarliga uppá pláss í felagnum og at skapa umrøðu til felagið. Viðvíkjandi fíggjarliga partinum av felagnum hevði Jan Smedemark, sum var peningarøkil, fingið atgongd til e-boksina hjá felagnum, og tað vísti seg, at stór eftirstøða var. Tá hann hevði verið ígjøgnum alt og eftirspurt kommununa, um nakað annað lá í láni, vísti tað seg, at felagið skyldaði yvir 16.000 krónur. Hettar var ein sera stór upphædd, tí felagið átti bara nakrar 30 túsund krónur. Sostatt var skuldin nærum helvt av øllum tí, vit áttu á bók. Vit í nevndini blivu skjótt samd um, at best var at gjalda skuldina og byrja upp frá nýggjum – skuldafrí. Samstundis sum vit arbeiddu við at fáa felagið á fíggjarligt rættkjøl, arbeiddu vit við at skapa umrøðu um felagið. Vit arbeiddu miðvíst við at kunna um tað, sum hendi í felagnum. Hetta gjørdu vit á okkara heimasíðu, sosialu miðlunum og eitt nú í bløðunum Túnatos og Fjølnir. Tað er sera trupult at máta, um hendan miðvísa kunning gjørdi stóra ávirkan, men vit mettu, at tað var umráðandi. Tí vit vistu, at greiddu vit ikki útisetunum frá um felagið, ja so var heilt vist, at vit fullu niður ímillum øll hini tilboðini, sum Aalborg býur hevur at bjóða.

Tvey ting, sum eru verd at leggja dent á hetta árið umframt tað, sum er skrivað omanfyri, er, at hetta árið byrjaðu vit at gera nógv burturúr at fáa sjálvboðin í felagið. Hetta var ein tung uppgáva, men tað eydnaðist okkum at fáa eitt nú Kjartan Festirstein Andreasen, Jarmund Michelsen og Birgir Dalfoss sum saman við makunum hjá nevndarlimunum, gjørdu tað møguligt at halda gongd í menningini av felagnum.

Hetta árið gjørdu vit í nevndini eisini av, at vit skuldu spyrja/biðja fólk um at stilla upp til komandi nevndarfund, soleiðis at vit ikki stóðu í somu støðu sum árið frammanundan. Hetta, kunna vit róliga staðfesta, virkaði, sum tit kunna lesa í næsta brotið av hesum endurminningum.

Mítt fyrsta ár sum nevndarformaður var sera læruríkt og bygdi uppá árið frammanundan, og tað eg fekk við mær har frá. Sum formaður fekk eg eitt innlit í, hvat tað merkir at leiða og kveikja fólk, og samstundis hava ein reyðan tráð í tí, sum vit gjørdu. Í sessinum sum formaður stóðu míni virðir sína roynd, og eg royndi alla tíð at hava hesi í huga í øllum, sum eg gjørdi. Virði míni í nevndararbeiðnum skulu tit ikki blíva snýtt fyri, men lat meg líka greiða frá mínum triðja og seinasta árið í nevndini.

Triðja og seinasta sæti, árið 2017/2018

Triðja og seinasta ár mítt í nevndini kundi líka væl slett ikki blivið til nakað, tí á aðalfundinum 2017 var eg í iva, um eg skuldi halda fram ella gevast. Hendan ivastøðan var ikki, tí at eg ikki tímdi við nevndararbeiðnum, men tí eg stóð til at blíva liðugur við mína bachelor útbúgving, og eg visti ikki, hvat hendi eftir summarferiuna. Eg hevði søkt inn á master útbúgving, men tá aðalfundinum var, hevði eg ikki fingið svar uppá umsókn mína. Tá eg hevði givið mína formansfrásøgn, og eg stutt eftir hetta skuldi svara, um eg vildi stilla upp, vóru nógvir tankar í mínum høvdi. Eg valdi síðani at stilla upp, og hetta er ein avgerð, sum eg eri sera glaður fyri. Hesin aðalfundur var sera góður; nógv fólk vóru upp, og fólk vóru íðin at stilla spurningar. Og tá nevndarvalið var av, kundu vit aftur skipa eina sjeymannsnevnd. Í nevndini saman við mær hesa fer vóru: Gunnar í Dali, Árni Lisberg, Gurið Djurhuus, Martin Didriksen, Bryndis í Dali og Kára Veirum.

Hendan triðja nevndin helt fram, har undanfarnu sleptu. Menning av felagnum stóð enn ovast á listanum, og nevndarlimirnir fóru sera skjótt í gongd við at skapa nýggj og fleiri tiltøk. Eitt, sum eyðkendi hesa nevndina frá undanfarnu, var, at kreativiteturin var lyftur upp á eitt hægri støði. Nærum einki var ovboðið hjá nevndarlimunum, og teir nærmast ristu nýggj hugskot úr ermunum. At nevndin var sera virkin sást eisini aftur í limatalinum, tí limatalið vaks støðugt, og tá klokkan slóð midnátt 31. desember 2017 vóru 240 limir í felagnum. Eitt limatal, sum ongantíð áður hevur verið so høgt. Ein viðmerking til hetta høga limatal er, at nevndin avgjørdi at herða eftirlitið við luttakarum, soleiðis at tað bleiv fylgt upp um tey, sum komu til tiltøkini, vóru limir. Eitt, sum er vert er at hugsa um í hesum samanhangi, er, at um hetta átak hevði verið gjørt áðrenn, so hevði møguliga limatalið í eitt nú 2015 og 2016 verið hægri. Hetta er bara spekulatión, men óansæð átak ella ikki, so meti eg, at tað arbeiðið henda nevndin gjørdi heilt vist hevði stóra ávirkan á høga limatalið.

Á myndini eru Árni Lisberg, peningarøkil, og Signar Hilmarsson, limur nummar 200 í 2017.

Nevndararbeiðið í hesari nevndini virkaði serstakliga væl. Øll góvu sítt íkast, og øll sluppu at seta sín dám at nevndararbeiðið og tey tiltøk, sum vóru. At arbeiðslagið var gott, endurspeglaði eisini hýrin hjá nevndarlimunum. Vit høvdu aldrin ósemjur, og altíð vóru fólk fús at átaka sær ábyrgdina til ymsu tiltøkini. Fyri meg persónliga var hetta sera hugaligt at síggja, tí øll komu glað til tiltøkini og nevndarfundir. Eg kendi tað sum um, at nevndin var ein lítil familja, sum stuðlaði hvørjum øðrum og samstundis ikki var bleik at skemtast og prika til hvønn annan -alt fyri ein góðan látur.

Um eg skal nevna okkurt afturat uttan at gera hendan partin ov langan, so vil eg nevna barrina í Álastovu og nýggju heimasíðuna. Tí bæði blivu gjørd av nevndarlimum og sjálvbodnum, og ein kann ikki seta fingurin á, at hetta ikki bert vóru útlærdir timburmenn, snikkarar, elintalarørar, listafólkum ella KT-mennarar. Hettar vóru heilt vanlig fólk, ung fólk, sum høvdu dirvi og hug at geva limunum og felagnum okkurt nýtt. Og hetta gjørdu tey uttan at krevja eitt oyra afturfyri.

Skal eg samla samanum árið og siga, hvat tað hevur givið mær, so kann eg siga, at eg upplivildi, at trý ár og harvið arbeiðið hjá trimum nevndum, bleiv fullgjørt. Alt tað arbeiðið og øll tann orkan, sum varð løgd í felagið yvir trý ár, bar nú frukt av sær. Nevndarárið 2017/2018 bjóðaði limunum 33 tiltøk í Álastovu somuleiðis eini 50 innandura tiltøk. Eg vil enn eina ferð nevna, at Álaborg hevði eitt metár við heili 240 limum! Hetta síðsta árið gav mær eisini eitt innlit í, hvussu nógv arbeiði og tíð liggur í einum virknum felagið, men samstundis gav tað mær eisini møguleikan at flyta mítt fokus, sum formaður, yvir á tað umsitingarliga og at hava yvirlit yvir tiltøkini. Harvið lat eg størri ábyrgd á hinar nevndarlimirnar.

Míni virðir í nevndararbeiði

Um eg heilt stutt skal lýsa tey virði, eg havi lagt í nevndararbeiðið og sum somuleiðis stýra mín gerandisdag, so kann eg nevna, at tað merkir nógv fyri meg at vísa virðing, vera siðiligur yvirfyri øðrum og at øll skulu viðgerðast eins. At vera takksamur og at eg eri vitandi um, at eg ikki eri einsamallur um at klára nakað, er eisini nakað eg leggi stóran dent á. Í mínum hugaheimi er tað soleiðis, og hetta er galdandi bæði í gerandisdegnum og í nevndararbeiðinum. Vit eru eitt toymi sum saman náa málið! Hóast tað er ein, ið gongur fremst ella ger nógv, so megnar viðkomandi ikki at gera alt einsamallur. Er ein vitandi um hetta og vísir virðing fyri tí hjálp, ein fær, ja, so eru fólk altíð klár at hjálpa til. Hesin hugsunarháttur hongur eisini saman við leiðslustílinum ’lead by example’(leið sum fyrimynd), sum eg havi roynt at nýtt. Tí um tú í verki vísur tín dugna, drívmegi og vilja, so vilja fólk gleðiliga geva eina hjálpandi hond og taka í móti uppgávum. Tey gera hetta, tí tey eru vitandi um, at tú sjálvur hevði gjørt tað sama, um støðan var umvend.

“I work and lead by the philosophy “leading by example”, as I believe that this form of employment and leadership displays what you, or your leader, is capable of. Furthermore, I believe people are more acceptable to leadership, if they know that management is willing to “walk the talk”.Personal:
I have a very down to earth personality, but fully committed to the assignments that are handed to me. I am very determined, but simultaneously I have a gentle approach to things.
My philosophy is; “People are born free and equal in dignity and rights”. And this is the way I treat people and expect people to treat me”

Eg læs einaferð eina bók, av journalisturin Adam Bryant. Í bókini hevur rithøvundurin samrøður við fleiri stjórar í USA. Í eini samrøðu nevnir tann eini stjórin ’deal with the cards you’re deal’t’, har hann vísti á, at tú ikki altíð ert Harri yvir, hvønn tú hevur at hjálpa tær – men fá tað besta úr øllum, líkamikið á lærdóm, handalag, verumáta o.s.fr. Hetta er eisini nakað, sum eg havi verið vitandi um, tá eg havi arbeitt við nevndarlimunum gjøgnum hesi trý árini. Tí øll eru ymisk, og tað ræður um at fáa tað besta burturúr øllum, uttan at nakar skal føla, at uppgávurnar eru ov lættar ella ov tungar. Tá hetta er sagt, so havi eg ikki verið bangin at leggja eitt sindur eyka á hvønn nevndarlim, tí hetta er við til at menna hvønn einstakan. Tí sum Master Shifu segði við Po í Kong Fu Panda 3;“um ein einans ger tað, viðkomandi dugir, so lærir viðkomandi einki nýtt.”

Okay, kanska bleiv hetta eitt sindur longri, enn eg lovaði í byrjanini, men vónandi eru hesar linjur ikki burturspiltar, og vónandi følir tú ikki, at ”hasar minuttirnar fái eg aldrin aftur.”

Hugleiðingar

Nú mínar endurminningar nærkast endanum, er tað kanska sømiligt at koma við nøkrum hugleiðingum, sum eg havi gjørt mær gjøgnum ár og dag, meðan eg var í nevndini. Møguliga ert tú samd/ur við mær ella møguliga heldur tú, at hesar hugleiðingar einki hava við veruleikan at gera. Óansæð, so hevur tú rætt til tínar meiningar og her koma tvær frá mær.

Samskifti á netinum

Eg havi verið sera varin, tá eg, vegna Føroyingafelagið, havi samskift og lýst á eitt nú heimasíðuni og Facebook. Mítt varsemi hevur verið endurspeglað í háttinum, eg havi skrivað. Eg havi altíð roynt at verið so greiður sum gjørligt, tá eg havi skrivað okkurt. Orsøkin til tess er, at tað er eitt rák í dag, har fólk ikki leggja fingrarnar í millum, tá tey viðmerkja og samskifta á netinum. Tey kalla ein spaka fyri ein spaka ella rættari; tey kunnu kalla teg eitt reyvarhol og onnur verri lýsingarorð, og helst draga tey okkurt, sum abbi tín gjørdi, tá hann var ungur, eisini uppí. Verumátin á netinum endurspeglar á ongan hátt mátan, hesi fólk vildu samskift andlit til andlit. Hetta haldi eg – og nokk nógv við mær – vera ein sera løgin atburður, og sjálvur meti eg, at hetta er í botn og grund vantandi uppaling og vanlig virðing yvir fyri hvørjum øðrum. Tí í mínum hugaheimi er eingin munur á, hvussu ein uppførir seg á netinum, eitt nú Facebook, og við kuldaskápi í Miklagarði. Tí eg trúgvi ikki, at hesi fólk dáma tað, tá tey sjálvi standa fyri skotum og blíva kallaði líkt og ólíkt. Tær ferðir eg havi verið úti fyri hesum, havi eg altíð svarað virðiliga aftur og roynt at hildið tónan sømiligan. Tó so, so skal man ongantíð finna seg í at verða verbalt voldtikin á eitt nú Facebook, og hendir tað, so skal man bara á ein virðiligan og fastan mátan seta hesi fólk uppá pláss, uttan at mann setur seg á teirra støði.

Sjálvboðið arbeiði

Seinasta hugleiðingin hjá mær er um sjálvboðið arbeiði. Sjálvboðið arbeiði fyri meg var ikki nakað, eg hugsaði um fyrr enn eg kom til Danmarkar. Og eg rokni ikki við, at eg eri tann einasti í føroyingur, sum hugsar soleiðis. Tað, eg nú kann siga, er, at hetta er sera harmiligt, tí tú fær so nógv burturúr persónliga at gera sjálvboðið arbeiði. Afturat tí persónliga, so sleppur tú at hjálpa øðrum og soleiðis geva okkurt til tann felagsskap, sum tú nú eina ferð gerst partur av. Omaná hesar ágóðar, so gevur tú tær størri møguleikar at sleppa inn á dreymaútbúgvingina ella at fáa dreymastarvið. Tí sannleikin er tann, at próvtalskrøvini gerast alsamt hægri og meira órealistisk at náa. Um órealistisku próvkrøvini ikki eru nokk, gerast vit alsamt fleiri fólk, og sostatt gerst kappingin størri bæði til at fáa dreymastarvið og at sleppa inn á dreymaútbúgvingina. Tessvegna mugu vit gera okkum meira eyðsýnd og harvið kunna skilja okkum frá øllum hinum. At vit broyta hendan hugsunarhátt hendir ikki yvir eina nátt, men má eitt nú rótfestast í teimum ungu. Og her liggur bólturin til høgra beini hjá foreldrunum, tí tey kunna kveikja áhugan hjá børnum, og um hettar ikki riggar so kunna foreldrini altíð blaka børnini av sofuni. Tí tað er eingin grund til at børn skula liggja á sofuni hvønn dag í 6 ella 7 tímar og hyggja eftir Netflix ella stara í Facebook. Latið tey heldur fara út og liva lívið heldur enn at hyggja at, meðan onnur liva tað, fyri síðani at gráta, tá viðkomandi ikki kann koma inn á dreymaútbúgvingina, tí viðkomandi hevur søkt eftir kvotu 2, men ikki hevur klárað at skilja seg úr rúgvuni av umsøkjarum.

Takk

Eg fari nú at enda mína endurminningar við at takka øllum, sum eg havi verið so heppin at møtt í samband við nevndararbeiðið. Tað hevur verið fantastisk at fingið møguleikan at møta og læra so nógv at kenna. Eg ætli ikki at taka nakran framum, tí øll hava á sín egna hátt gjørt teirra besta og lagt alt tað, tey hava havt í felagið.

Eg við heiðursbrævinum á ræstkjøtaveitsluni 2018.

Til síðst vil eg siga takk fyri stóra heiðurin eg fekk á ræstkjøtaveitsluni. Tað, at eg bleiv heiðurslimur, var sera stórt fyri meg, og tað rørdi mínar hjartastreingir, tá eg fekk hendan heiður.