Magnus Heinason fer á Føroya Banka

vinna20-03-2019 - 14:53 -

Magnus Heinason fer á Føroya Banka idag til árliga Marts túrin.

Sum vant ger Barbara avtalu við Havstovuna um keyp av toskinum og nakað av hysu til vælumtoktu Føroya Bankakvøldini á Barbaru 29-30-31 Marts har tað longu er nærum fullsett av Føroya Banka fjepparum og gastronomiskum eldsálum sum virðismeti okkara gimsteinar av Bankanum.
Fiskurin verður skorin av royndum flekjarum ur Lorvik.
Matstovan Simmerdim umborð á Norrønu keypur eisini høgguslokk frá Magnusi av Bankanum. Høgguslokkurin er sera vælsmakkandi og samanvið toskinum og hýsuni i heimsklassa.
Matskráðin á Barbaru hesuferð er merkt av Baskiska køkinum og við framúr Sponskum vínum sum John Mikkelsen, ein av okkara bestu sommelierum, stendur fyri.