Magni tekur møguliga stuðulin til samgonguna aftur í dag

Politikkur24-04-2019 - 08:05 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 11 í dag verður tingfundur, og fyrsta málið á skrá í dag er, at Løgtingið skal atkvøða um at fáa eitt mál hjá Manga Laksáfoss úr aftur nevnd.

Magni Laksáfoss er í løtuni uttanflokkatingmaður, og hevur hann eina avtalu við samgonguna um at stuðla henni, men tann stuðulin kann vera tikin aftur, um samgongan ikki gevur Magna nokk av atkvøðum.

Talan er um málið "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)", sum Magni hevur biðið um at fingið úr nevnd aftur.