Magellan kom á Havnina í morgun

Vinna07-03-2018 - 16:55 - Jóanis Albert Nielsen

Ferðamannaskipið Magellan liggur í dag við bryggju í Havn, og er samstundis fyrsta ferðamannaskipað ið vitjar í Føroyum í ár.

Skipið er bygt í 1985 á skipasmiðuni í Aalborg. Magellan er 222 metrar langt og 32 metrar breitt, og er heimahoyrandi á Bahamas.

Umborð eru 1214 ferðafólk, og manningin telur 567 fólk.

Magellan hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Amsterdam, og skal í kvøld víðari til Reykjavíkar.

Magellan hevur vitjað nógv í Føroyum seinastu árini.