Magda sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Mentan02-03-2018 - 16:18 - Jóanis Albert Nielsen

Í mars er tað Magda Guttesen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Magda er 51 ár og útbúgvin heilsurhjálpari. Magda hevur tikið myndir seinastu seks árini og er freelance fotograftur. Henni dámar væl at taka nattúrumyndir, portrætt og arbeiðir við kreativitetinum í sjálvum myndunum. Seinastu tveir vetrarnar hevur Magda gingið til málningalist á kvøldskúla hjá Poul Skarðenni. Magda heldur tað verða sera gevandi fyri seg, bæði at mála og taka myndir.