Mælt verður frá allari óneyðugari koyring

07-12-2017 - 12:43 - Jóanis Albert Nielsen

Landsverk: Tað er hált og krapi í støðum um alt landið. Jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum og í erva í Suðuroynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum. Bilførarar mugu vera ansnir, tá koyrt verður um byrgingina í Haraldsundi, tí har kann grót verða skolað upp á byrgingina. Annars er framvegis nógvur vindur og hálka, og mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Og í løtuni eru fleiri veðurstøðir óvirknar, m.a. á Høgareyni og á Sandavágshálsi.