Maður var fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

top19-03-2017 - 09:13 - Jóanis Nielsen

Á middnátt fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Sandoynni.

Maðurin, ið koyrdi knallert rendi í reyvina á einum bili sum stóð parkeraður, og var slongdur í bakrútin á bilinum, tá ið sjúkrabilurin kom á staðið, var hildið, at best var at fáa mannin fluttan á Landssjúkrahúsið. Maðurin er um 40-ára aldur.

Maðurin var við vit, men hevði fingið onkrar snuddir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun. Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var boðsend eftir manninum, og flutti hann til Havnar á Landssjúkrahúsið.

Illgruni er um at maðurin hevði drukkið, og tí er blóðroynd tikin av honum.

Nógv at gera hjá løgregluni í nátt

Koyrdu 138 og 139 km/t

Bátur á Norðhavinum bað um hjálp