Maður omandottin á Trøllanesi

12-07-2018 - 14:43 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 12:19 í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var omandottin á Trøllanesi, falli var ógvusligt einar 300-400 metrar niður. Maðurin var á vestarusíðu av Kalsoynni.

Løgreglan og MRCC settu stóra leiting í gongd beinavegin, Tjaldrið, Vón, Ziska, Lív og tyrlan blivu boðsend at fara at leita eftir manninum, sum var omandottin.

Tyrlan fann mannin og fekk hann upp, arbeitt var uppá mannin, men tá ið maðurin kom á Landssjúkrahúsið varð staðfest at hann var deyður.

Maðurin gjørdist 29 ára gamal.