Maður funnin deyður við Breiðá

11-03-2018 - 22:13 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 10 í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal, tað skrivar portal.fo.

Tey nærmastu at manninum høvdu sett seg í samband við løgregluna í gjár, tí tey ikki vistu hvar hann var. Óvist er hvussu maðurin, sum er 47 ára gamal, er dottin á sjógv.