Maður deyður í ferðsluvanlukku

top05-12-2017 - 05:31 - Jóanis Albert Nielsen

Seint í gjárskvøldið hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka á Tvøroyri. Tað var klokkan 23:18 at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur ið var ávegis til Tvøroyrar hevði koyrt útav vegnum. 

Hendingin fór fram í Líðini, sum er nær við Salt. Tann 41 ára gamli maðurin rendi á ein pela, og bilurin fór síðani útav vegnum. Bilurin fór sera illa, og mátti maðurin klippast út bilinum. Tann 41-ára gamli maðurin var fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, og klokkan 23:53 var staðfest at maðurin var deyður.

Øll tilbúgvingin var sett í gongd, og tyrlumanningin hjá Atlantic hevði eisini fingið boð um, at vera klár at flyta mannin á Landsshjúkrahúsið.

Familjan hjá manninum er kunnað um hendingina.