Lýst verður til árliga eykaaðalfundin hjá 07 Vestur

Lýsing29-01-2018 - 19:00 - Jóanis Albert Nielsen

Hervið verður lýst til eykaaðalfundar, sambært viðtøkum felagsins. Árligi eykaaðalfundurin verður mikukvøldið 14. februar kl. 19:00 í 07 Vestur-húsinum.

Síðan 2016, hevur vanligi aðalfundurin við nevndarvali verið framskundaður til um heysti, ímeðan roknskapurin verður viðgjørdur og samtyktur á eykaaðalfundi í seinasta lagið í februar.

Á regluliga eykaaðalfundinum er skráin hendan:

  • Val av fundarstjóra

  • Framløga av rokniskapi og fíggjastøðu til góðkenningar

  • Val av granskoðara

  • Ymiskt

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan eykaaðalfundinum.