
Lýst verður til aðalfund hjá Miðvágs Bóltfelag
ítróttur19-01-2021 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen
Herviðverður lýst til aðalfundar hjá MB. Fundurin verður sunnudagin 31. januar 2021 kl. 16:00 í húsi felagsins.
Skrá:
1. Forkvinna ynskir fundarluttakarum vælkomnum 2. Val av fundarstjóra
3. Ársfrágreiðing
4. Framløga og góðkenning av roknskapi
5. Uppskot til samtyktar
6. Áseting av limagjaldi
7. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
8. Val av grannskoðara
9. Ymiskt
Uppskot til samtyktar skulu vera nevndini í hendi 7 dagar fyri fundin.
Vinarliga Nevndin