Lýsing eftir heilsuhjálpara til Heimatænastuna í Vágum (Farloyvisstarv)

Lýsing17-10-2019 - 20:53 - Jóanis Albert Nielsen

 

Søkt verður eftir heilsuhjálpara í  brøki 1,0  í tíðarskeiðinum  15. November 2019 – 31. Oktober 2020.

Starvsøkið er í høvuðsheitum í Mið- og Innistova á Sýnini .   

 

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarir fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Heisluhjálparinvirkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki. Tann setti kemur at hava tætt samstarv við aðrar fakbólkar so sum sjúkrarøktarfrøðingar, røktarir og terapeutar í Heimatænastuni.

 

Førleikakrøv 

·      Prógv sum heilsuhjálpari. 

Vit vænta at tú

·      Hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

·      Kunnleika og áhuga innan demens

·      Ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði

·      Hevur gód samstarvs – og samskiftisevni bæði við borgara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.

·      Viðvirkar til at skapa eitt heimligt umhvørvið við einum innihaldsríkum gerandisdegi hjá búfólkunum

Vit bjóða

·      Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært skipaða innleiðslu og góðar starvsfelagar í einum vinarligum umhvørvi.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er skipað undir deildarleiðaranum fyri Miðstovu/Innistovu á Sýnini. Starvið er í skiftandi vaktum.

Møguleiki er fyri lægri brøki.

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið.

 

Upplýsingar um størvini

 

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til deildarleiðaran á tlf. 793213

 

Umsóknir

 

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum vera at senda til:

Heimatænastan í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur 

ella til teldupostadressu: htv@htv.fo 

 

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 31. Oktober 2019 kl. 12.00. 

 

Um ongin heilsuhjálpari søkir, tilskila vit okkum rættin at seta ófaklærd í starvið.