Lýsing af páskaguðstænastuni í Vestmanna kirkju í morgin

mentan15-04-2017 - 20:21 - Jóanis Nielsen

Góðu tit øll.

Í morgin er páskadagur og vit hava gjørt alt til reiðar at halda páskaguðstænastu í okkara vøkru kirkju. Nú vilja vit bjóða øllum at koma í Vestmanna kirkjuPáskadag, 16. apríl, kl. 11.00,

Margretha drotning fyllir 77 ár í morgin, hon verður tó ikki við í kirkjuni, men tað eru vit, nógv børn og vaksin, og øll børnini kunnu hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit øll eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi páskadag.

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey 2. páskadag, ella nær tit vilja. Afturfyri fáa tit, tvs børnini, eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju.

Tit skulu taka1 málað egg pr. barnvið heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman. Hjartaliga vælkomin!

Blíðar heilsur

Vestmanna kirkja