Lýggjur vetur í fjør

vinna05-10-2017 - 14:01 - Jóanis Nielsen

 VETRARHALD: Tað er vorðið kaldari, og fyrsti hálkudagur er neyvan langt burturi. Sambært hagtølum hjá Landsverki var fyrsti hálkudagur í fjør 30. september. Eins og árini frammanundan hevur vetrarliðið hjá Landsverki fyrireikað seg til komandi vetur og er til reiðar at fara út á landsvegirnar at salta og grava.

Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri veturin verða lýst, eins og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting verður umrøtt.

Hagtøl aftur í tíðina vísa, at hálka oftani er komin longu í september, og kann koma fyri langt út í apríl og enntá mai. Í vetrarhaldinum hjá Landsverki uppliva tey oftani, at fyrsta hálkan kemur óvart á bilførarar. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð. Tað er frá 16. oktober at bilførarar aftur kunnu seta píkadekkini undir bilin.

Fyri seinasta vetur vísa hagtølini hjá Landsverki, at fyrsti hálkudagur var 30. september. Seinasti hálkudagur var 25. apríl. Annars kann sigast, at sera lítil hálka var í tíðarskeiðnum frá oktober til desember í fjør, men 12. januar fingu vit eina kavaroksódn, og serliga nógva jarðrokið darvaði tá ferðsluni nógvastaðni. Fleiri bilar stóðu fastir ymsastaðni kring landið, bæði um Gøtueiði, millum Kollafjørð og Hósvík, við Norðskálatunnilin, á Sandavágshálsi og á Velbastaðvegnum.

-    Út frá okkara hagtølum seinastu mongu árini kunnu vit staðfesta, at undanfarni vetur var serliga lýggjur við færri hálkudøgum enn vanligt. Veruliga hálkan kom ikki fyrr enn seint í november, og tað sæst eisini aftur í kostnaðinum. Ein vetur kostar vanliga 8-10 mió. krónur, meðan veturin í fjør kostaði 4,6 mió. krónur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari fyri Norðurøkið á Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki.

Tað vóru samanlagt 57 hálkudagar seinasta vetur, og til at basa hesum nýtti manningin hjá Landsverki í vetrarhaldinum 917 tons av vegsalti og 306 rúmmetrar av lakasalti. Kavaruddingin kostaði tilsamans 2,8 mió. krónur, meðan saltnýtslan o.a. kostaði 1,8 mió. krónur. Tað vil siga í alt 4,6 mió. krónur, ið er væl minni, enn seinastu vetrarnar hava kostað í kavarudding. Veturin 2016-17 var sostatt ein lýggjari vetur við fáum samanhangandi hálkudøgum.

Fyrsti hálkudagur var 30. september og seinasti 25. apríl. Samanlagt 57 hálkudagar, 917 tons av salti og 306 rúmmetrar av lakasalti.

Vit hava sæð eina vaksandi saltnýtslu seinastu vetrarnar, men í fjør var eitt undantak. Tá vóru bert 57 hálkudagar, meðan tað vóru tvífalt so nógvir árið frammanundan, tá tað vóru 114 í tali.