Luther í “Salt.”

mentan08-09-2017 - 12:22 - Jóanis Nielsen

Í samband við, at tað verður hátíðarhildið, at tað í ár eru liðin 500 ár, síðan Martin Luther tók tað stig, sum gjørdist byrjanin til trúbótina, skipar Tvøroyrar kirkja fyri einum almennum tiltaki í mentunnarhúsinum “SALT” leygarkvøldið 9. september kl. 19.

Skráin fyri kvøldið verður:

Kl. 19.00: Jónsvein Bech bjóðar vælkomið.

Kl. 19.05: Felagssálmur: “Vár Gud er føst og haldgóð borg,” eftir Martin Luther.

Kl. 19.15: Fyrilestur við Jákupi Reinert Hansen, lektara: Luther í orðum og myndum.

Kl. 19.45: Steðgur, har boðið verður til ein drekkamunn og ábit.

Kl. 20.15: Filmurin “Luther” frá 2003.

Kl. 22.30: Endi við felagssálmi: “O, Gud, hav okkum við títt orð,” eftir Martin Luther.

Øll eru hjartaliga vælkomin.