Luta søgu Ísraels

politikkur12-11-2017 - 18:01 - Jóanis Nielsen

Árið 2017 er serstakt á tann hátt, at Ísrael kann hátíðarhalda fleiri stórhendingar í søgu landsins.

Í ár eru liðin 120 ár síðan fyrstu Zionistaráðstevnuna, sum var í Basel í Sveits í 1897.
Hetta var fyrstu ferð síðan ár 135 e.Kr., tá ið Jødarnir vórðu riknir úr Ísrael í útlegd, at ein ítøkilig ætlan at endurstovna Jødiska heimlandið í Ísrael, varð løgd.
Bara 20 ár seinni, tann 2. november 1917, kom Balfour-lýsingin, har Bretska stjórnin, sum ráddi í økinum, samtykti at stovna eitt heimland til Jødarnar í Palestina. Hetta skjalið varð tá undirritað í London.
30 ár seinni, í 1947 - 70 ár síðan - samtykti ST eina býtisætlan, sum legði upp til at stovna ein sjálvstøðugan Jødiskan stat við síðuna av einum Arabiskum stati.
Fyri 50 árum síðan, í 1967, varð Jerusalem aftur sameindur undir Jødiskum frælsi, fyrstu ferð síðan seinna templið varð lagt oyðið. Jødarnir sluppu nú aftur at biðja við Vesturmúrin
Fyri 40 árum síðan var fyrsti arabiski stjórnarleiðarin á vitjan í Jerusalem, har hann helt røðu í Knesset. Henda vitjan slóðaði fyri, at friðaravtala millum Egyptaland og Ísrael varð undirritað.
Men, hví skulu vit troyttast av øllum hesum? Er Ísrael ikki meira fyri framtíðina, heldur enn hvat var í farnari tíð? – Kanska. Men tey sum ikki kenna sína søgu, eru heldur ikki før fyri, til fulnar, at ogna sær framtíðina. Í eini tíð ....

les meira á shalom.fo