Luna hevði 162 mió. kr. í avlop í 2019

Vinna30-06-2020 - 23:52 - Jóanis Albert Nielsen

Alifyritøkan í Sandavági Luna eisini kallað Hiddenfjord hevði í fjør eitt yvirskot uppá 162 mió. kr. eftir skatt, tað eru góðar 10 mió. kr. meira enn í 2018 og 33 mió. kr. minni enn í 2017. Luna rekur alibrúk á Sørvági, í Miðvági, í Vestmanna og í Hestfirði. Felagið hevur harumframt aliloyvi vesturi á Víkum. Felagið framleiðir harumframt smolt á smoltstøðini á Fútakletti.

Nettosølan hjá Luna var 773 mió. kr. í 2019, og tað er tað útvið 100 mió kr. betri enn í 2018. Í 2017 var nettosølan 576 mió. kr. sum er tað sama sum í 2018.

Bruttovinningurin var 386 mió. kr. í 2019, sum er 61 mió. kr. betri enn í 2018. Í 2017 var hann 351 mió. kr.

Starvsfólkakostnaðurin var 78 mió. kr. í 2019 sum eru 9 mió. kr. meira enn í 2018. Í 2017 var hann 62 mió. kr.

Avskrivingarnar vóru 103,4 mió. kr. í 2019. Í 2018 vóru tær 64 mió. kr.

Miðaltal av fulltíðarsettum starvsfólkum var í 2019 180 fólk, sum eru 20 fleiri enn í 2018. Í 2014 var miðaltalið av fulltíðarsettum starvsfólkum 80 í Luna.

Við árslok var langfreistaða skuldin 63 mió. kr. og stuttfreistaða skuldin var 231 mió. kr.

Luna býtir 40 mió. kr. út til eigarnar.

Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.