Loyvi at ala rognkelsi í Svínoy

vinna04-09-2019 - 22:48 - Jóanis Nielsen

Heilsufrøðiliga Starvstovan:

Í gjár, 3. september 2019, var nýtt loyvið til aling útskrivað. Talan er um eitt aliloyvi á landi í Svínoy. Tað er fyritøkan Sp/f Svínoyar rognkelsistøð, sum hevur fingið loyvið til at ala rognkelsi í Svínoy.

Føroyska alivinnan brúkar rognkelsi sum lúsatálmari. Til tíðir kann tað verða torført hjá føroysku alivinnuni at fáa nóg mikið av rognkelsum, og endamálið við at fáa rognkelsisaling í Føroyum, er at geva føroysku alivinnuni betri møguleikar til at fáa fatur á rognkelsum. Virksemið á rognkelsistøðini fevnir um at ala yngul til eina stødd, har rognkelsini kunnu setast út í aliringarnar á sjónum og virka sum lúsatálmari.

Tey seinastu tvey árini er regluverkið á aliøkinum broytt munandi. Vinnulig aling av rognkelsum hevur ikki verið í Føroyum fyrr, og ein av heilt stóru broytingunum í regluverkinum hevur verið at tillaga regluverkið til ikki einans at fevna um fisk í laksaættini, eisini um aling av øðrum fiskasløgum sum t.d. rognkelsum. Samstundis skuldi regluverkið eisini fevna um aðra aling, eitt nú aling av skeljum og tara. Hesar umfatandi broytingarnar í regluverkinum á aliøkinum, hava merkt tilgongdina av viðgerðini um aliloyvi í Svínoy nógv, og tí hevur viðgerðartíðin verið drúgv.

Eitt annað, sum er serligt við nýútskrivaða loyvinum er, at hetta man verða fyrsta aliloyvið, sum er boðið út alment í Føroyum. Lýst var í føroyskum miðlum og ein og hvør, sum hevði áhugað í at ala rognkelsi í Svínoy, hevði møguleikan fyri at søkja um aliloyvið í Svínoy. Svínoyar rognkelsistøð var kortini einasta fyritøka sum vísti áhuga, og fekk tí eina tilsøgn um aliloyvi, meðan arbeitt var við at fáa onnur neyðug loyvi til vega.

Við loyvisbrævinum hevur alistøðin í Svínoy nú fingið øll neyðug loyvi til at fara undir at ala sambært alilógini, og virksemið kann tí fara í gongd beinanvegin.