Lønarútgjaldingarnar 6,5% hægri í september í mun til sama mánað í fjør

vinna11-10-2017 - 13:00 - Jóanis Nielsen

 Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við september mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í september 750 milliónir krónur, ið er 6,5 % meira enn sama mánað í fjør. Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 9 mánaðirnar av árinum eru 5,8% hægri í mun til sama tíðarskeið í 2016.

(trýst á mynd, so hon gerst størri)

Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trend

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.