Løgtingslimur koyrt við ov høgari promillu

09-10-2017 - 19:14 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Løgtingslimurin hjá Tjóðveldi, Pauli Trond Petersen, er um vikuskiftið tikin av politinum undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður.

Royndirnar, sum politiið tók av løgtingsliminum sunnunáttina, staðfestu, at hann hevði ov høga promillu. 

Pauli Trond Petersen váttar fyri Kringvarpinum í kvøld, at royndirnar vístu eina ov høga promillu.

Hann sigur, at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi um kvøldið, og at hann hevði drukkið onkra øl í hesum føðingardegnum, les meira á kvf.fo her.