Løgtingsfundur kl. 14 í dag

politikkur06-04-2020 - 13:02 - Jóanis Nielsen

Dagsskráin 2019

 

 

Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 14:00

 

1.    Framløga


 



Nevndarfundir 2019

 

Mentanarnevndin
 

Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 09:00 (Fundarhøli 3)

 

1.    Gerðabók

2.    Løgtingsmál nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 9.15 Føroya Lærarafelag  
Kl. 9.35 Skúlaleiðarafelagið 
Kl. 9.55 Felagið Heim og skúli 
Kl. 10.15 Yrkisfelag Miðnám 
Kl. 10.35 Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum  
 
Vinnunevndin
 

Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 09:00 (Fundarhøli 1)

 

1.    Gerðabók

2.    Løgtingsmál nr. 132/2019: Uppskot til løgtinglóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum

3.    Løgtingsmál nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

4.    Løgtingsmál nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 09.15 Vinnuhúsið (lm. nr. 132, 133 og 135) 
Kl. 09.40 Ferðavinnufelagið (lm. nr. 135) 
Kl. 10.00 Handilsvinnufelagið (lm. nr. 135) 
Kl. 10.20 Gist & Vist (lm. nr. 135) 
Kl. 10.40 Felagið Føroyskir Peningastovnar (lm. nr. 135) 
Kl. 11.00 Brandur í Dali, Oda Andreasen og Sunneva Háberg Eysturstein (lm. nr. 135) 
Kl. 11.20 Fakfelagsráðið (lm. nr. 133 og 135)  
Kl. 11.40 ALS (lm. nr. 133) 
Kl. 12.00 Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum (lm. nr. 132, 133 og 135)  
 
Fíggjarnevndin
 

Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 09:30 (Fundarhøli 3)

 

1.    Gerðabók

2.    Løgtingsmál nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)

3.    Løgtingsmál nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

4.    Løgtingsmál nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020

 

Hesi koma á fund við nevndina:

9.45 Landsbankin (lm. 128) 
10.15 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum saman við TAKS (lm. 127 og 128) 
 
Trivnaðarnevndin
 

Mánadagur, 6. Apríl 2020, kl. 10:00 (Fundarhøli 2)

 

1.    Gerðabók

2.    Løgtingsmál nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, fólkapensjónistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku)

3.    Løgtingsmál nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 10.15 Landsstýrismaðurin í almannamálum (lm. nr. 129/2019 og lm. nr. 134/2019)