Løgreglan: Tíðindarskriv í samband við grindina í Bø

24-07-2015 - 01:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag kl. 1323 fekk politiið eina fráboðan frá sýslumanninum í Vága Sýslu, um at ein størri grind varð sædd beint sunnan fyri Mykineshólm. Sýslumaðurin hevði tikið avgerð, um at grindin skuldi haldast til í Bø, har hon varð hildin til kl 1706.

Politiið var á staðnum fyri at tryggja lóg og landaskil, bæði á sjógvi og landi.

Fýra fólk vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum.

Tvey fólk, ein 44 ára gomul kvinna og ein 24 ára gamal maður, vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum á sjónum, og tvey fólk, ein 36 ára gomul kvinna og ein 30 ára gamal maður, vórðu handtikin í samaband við átakið hjá politnum á landi.

Tey verða øll skuldsett fyri brot á grindalógina.

Politiið hevur í samband við átakið á sjónum somuleiðis lagt hald á ein minni bát.