Løgreglan: Mælt verður frá at fara út

top14-01-2018 - 10:56 - Jóanis Albert Nielsen

Mælt verður frá at fara út - har ættin er ring.

Til vindurin minkar út á seinnapartin, mæla vit fólki frá at fara út, um tað ikki er neyðugt. Nógvastaðni fúka leysir lutir runt og tilfar loysnar frá húsum.
Tó er ættin ikki so ring allastaðni - fólk verða biðin um at brúka skilsemi

Løgreglan