Savnsmynd

Løgreglan hevur handtikið mannin við øksuni sum eisini randi bankan

top19-02-2018 - 23:05 - Jóanis Albert Nielsen
Danska løgreglan hevur seinastu dagarnar eftirlýst ein mann, og heldur løgreglan at tey nú hava handtikið rætta mannin. 
Maðurin var eftirlýstir tí hann leygarkvøldi leyp á eitt ungt par við øks á einari bensinstøð í Birkerød.  
Afturat tí, so heldur løgreglan at sami maður stóð fyri bankaráninum í Ringsted í dag, har hann hótti fólk í Danske Bank, skrivar dr.dk.
Maðurin var handtikin á einum hotelli í Keypmannahavn í kvøld.