Løgreglan: Gamalt mál tikið upp aftur

15-08-2018 - 10:54 - Jóanis Nielsen

Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012.

Politiið heitir tí á fólk, sum halda seg vita okkurt um málið, um at venda sær til løgregluna skjótast til ber á tlf. 114. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum. Politiið skrásetir øll sum ringja inn um málið, og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt.

Sjálvt um vitanin, tú situr inni við kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um, at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið.

Endamálið við at taka málið upp aftur, er at lýsa málið so gjølla sum til ber. Í tí sambandi er umráðandi, at øll sum hava eina vitan um málið, venda sær til politiið