Logos Hope kemur til Føroyar komandi summar

06-11-2019 - 20:07 - Jóanis Nielsen

Gamla Norrøna vitjar aftur

Fyri fyrstu ferð síðani hon byrjaðu virksemi sítt sum trúboðaraskip, kemur Logos Hope aftur til Føroya. Frá hósdegnum 2. juli til mánadagin 13. juli vitjar Logos Hope í Føroyum.

Logos Hope vitjar Havnina 2.-8. juli og í Klaksvík 8.-13. juli. Hesar dagar verður høvi hjá almenninginum at vitja umborð. Møguleiki verður at hitta internationalu manningina í stóru bókasøluni og í kaféini, sum eru umborð. Í samband við Logos Hope vitjanina verða eisini fleiri tiltøk umborð og í landi, nærri kunning og skrá yvir tiltøk verða kunngjørd tá Logos Hope-vitjanin nærkast.

Uttan sær skipið tað sama út, sum tá tað var høvuðsfarleið okkara til evropiska meginlandið, men innan er skipið valla at kenna aftur. Ein stór umbygging var longu framd áðrenn skipið kom til Føroya í 2009, men hesi seinastu 10 árini eru eisini fleiri umbyggingar gjørdar.

Seinast Logos Hope vitjaði í Føroyum var á vári í 2009.Tað var 19. februar 2009, at Logos Hope sín fyrsta túr sum trúboðaraskip. OM keypti skipið frá Smyril Line longu í 2004. Í 2005 bleiv skipið umvælt í Trogir í Kroatia og í 2007 lá leiðin til Kiel, har aðrar umvælingar blivu gjørdar. Í 2008 bleiv nýggjur motorur settur í skipið í Landskrona, aðrar umvælingar vórðu gjørdar í Køge og so endiliga, í 2009 slapp hon á fyrstu ferð sína.

Hesi tíggju árini hava næstan átta milliónir fólk vitjað umborð. Logos Hope hevur verið í 155 havnum í 65 ymiskum londum. Skipið hevur seinstu árini siglt 100.000 sjómíl, sum svarar til runt jørðina 4,5 ferðir. Bókasølan umborð hevur selt átta milliónir bøkur, teirra millum 2,5 millión kristnar bøkur og Bíbliur. Fólk úr 75 ymiskum londum hava arbeitt umborð á skipinum hesi árini.Gjøgnum árini hava eisini nógvir føroyingar tænt við skipinum í longri og styttri tíð. Manningin á Logos Hope telist umleið 400 fólk, og tey koma úr 60-70 ymsum londum.

Seinastu tvey árini hevur Logos Hope vitja havnir í Suður Amerika, siglt varð suðureftir vesturstrondini heilt suðurum Chile og síðani var siglt norðureftir eysturstrondini. Logos Hope liggur nú í Brasilia, harfrá verður siglt til nakrar av karibisku oyggjunum, áðrenn leiðin gongur til Írlands og síðani til Føroya.

Logos Hope bleiv bygd í Rendsburg í Týsklandi í 1973 og sigldi fyrstu árini sum bilferga, Gustav Vasa, millum Malmø í Svøríki og Travemünde í Týsklandi. Smyril Line keypti skipið í 1983 og doypti hana Norrøna. Tá nýggja Norrøna kom í 2003, bleiv gamla skipið sett til sølu.

Link til greinina:https://www.om.fo/logos-hope-kemur-til-foroyar-komandi-summar/

Á heimasíðuni hjá OM eru myndir og eitt filmsbrot, sum hóskandi kann knýtast afturat greinini.