Løgmanssetrið á Steig

mentan24-03-2019 - 11:07 - Jóanis Albert Nielsen

Útvarpið í dag kl 14.15

Løgmanssetrið á Steig

200 ár eru nú liðin síðani faðir skriftmálsins V.U. Hammershaimb varð føddur á gamla løgmansgarðinum í Sandavági. Í tí viðfanginum senda vit aftur eina sendirøð um løgmenn, løgmansgarðin og nýggjar eigarar á Steig. Sigurð Petersen, skúlastjóri, greiddi frá í 1994. Fyrsti løgmaðurin kom á Steigina í 1555, og hon varð verandi løgmansgarður til 1816. Faðir Hammershaimb var síðsti løgmaður í tíðarskeiðnum, sum er mest týðandi táttur í Sandavágs søgu.