LØGMÁLARÁÐHARRIN: Føroyskir sakførarar eiga at fáa atgongd til danskan máls-portal

politikkur01-05-2019 - 15:47 - Jóanis Nielsen

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Søren Pape Poulsen, um hann ætlar at gera tað møguligt hjá føroyskum sakførarum at fáa atgongd til portalinminretssag.dk, tá teir skulu leggja borgarlig mál fyri rættin í Danmark. Sum nú er, hava føroyskir sakførarar ikki atgongd til portalin, tí skipanin er knýtt at donskum CVR-nummari. Føroyskir sakførarar eru sostatt ikki javnsettir donskum, tá tað snýr seg um at leggja borgarlig mál fyri rættin í Danmark.

Ráðharrin gevur einki ítøkiligt lyfti men ásannar, at tað hevði verið ynskiligt, at føroyskir sakførarar fingu henda møguleikan í staðin fyri, sum nú, at noyðast at leggja mál fyri rættin í pappírsformi.

Hann vísir eisini á, at skipanin skal eftirmetast seinni í ár.

- Eg havi arbeitt nógv fyri at taka burtur tær markaforðingar, sum eru í ríkisfelagsskapinum, og sum ofta eru til púra óneyðugan ampa fyri borgaran, sigur fólkatingsmaðurin. Tað vóni eg eisini fer at bera til í hesum førinum. At fremja broytingina í sambandi við tað eftirmeting, sum skal gerast av skipanina, hevði verið upplagt, leggur hann afturat.

Spurningurin og svarið kunnu lesast her.

https://www.ft.dk/samling/20181/spoergsmaal/s795/index.htm