Løgmaður undirgrevur politisku skipanina

politikkur23-12-2018 - 09:30 - Jóanis Nielsen

Málið viðvíkjandi Rigmor Dam og Glasir er púra greitt. Har er ikki neyðugt við nakrari kanning. Ætlaða kanningin er ein roynd at krógva lógarbrot og vóna at føroya fólk gloymur ábyrgdarloysið.

Tá eykajáttanarløgtingslógin un Glasir var løgt fram í Løgtinginum í november, upplýsti landsstýri, at

“av samlaðu meirveitingunum eru sambært Landsverki 15,5 mió. kr. staðfestar meirútreiðslur fyri arbeiði, sum er gjørt” og

“eftir ætlan skal sedum flagtekja leggjast á skúlan, og vóru í 2017 játtaðar 7 mió. kr. til endamálið. Undir viðgerðini av tørvinum á eykajáttan hevur Landsverk upplýst, at tað hevur víst seg trupult at finna eina brúkiliga loysn viðvíkjandi flagtekjuni til skúlan. Ráðgevin hevur enn ikki kunnað víst á eina nýtiliga loysn, og tískil er arbeiðið ikki gjørt. Landsverk upplýsir, at játtanin, sum varð latin til endamálið, er brúkt, men verður ein loysn funnin fyri tekjuna, verður tørvur á nýggjari eykajáttan”.

Rigmor Dam og Kristin Háfoss staðfesta, at pengar eru nýttir, hóast ongin játtan frá Løgtinginum fyriliggur og at pengar, sum Løgtingið játtaði til flagtekju, eru brúktir til annað endamál.

Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, § 43 stk. 2. sigur, at “ongin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gyldi, tá ið ávíst verður”.

Landsgrannskoðarin hevur í notati frá januar í 2017 til Løgtingsgrannskoðararnar um játtanar- og útreiðslugongdina í samband við verkætlanina at byggja Glasir, staðfest, at - “játtanin til Skúladepilin er latin undir § 7 “Mentamál”. Mentamálaráðið hevur latið Landsverki ræðisrættin til játtanina, men ábyrgdin fyri, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyri peningin, sum rindað er fyri, liggur hjá Mentamálaráðnum”.

Tí er ongin ivi. Rigmor Dam hevur brotið løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.

Talan er um nógvar pengar, sum eru brúktir í heimildarloysi. Tað er tann stóri politiski trupuleikin. Tí var misálit lagt á Rigmor Dam. Vit kunnu bert staðfesta, at umboðini fyri Javnaðarfl., Tjóðveldi og leysgangararnir Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss, vardu landsstýriskvinnuna.

Tað er serliga støðan hjá Tjóðveldi sum er áhugaverd. Nú hevur tað ongan týdning, at landsstýrisfólk bróta stýrisskipanarlógina. Hetta eru tey, sum bjóðaðu seg fram til at fáa álit aftur á politisku skipanina. Tóm lyftir.

Tað mest undrunarsama er støðan hjá løgmanni. Hann undirgrevur alla politisku skipanina. Hansara boðskapur er, at um landsstýrisfólk syrgja fyri onki at vita, so ger tað onki um tey bróta stýrisskipanarlógina.

Tað er skelkandi at hoyra ein løgmann útala seg á ein slíkan hátt. Fulkomuliga ábyrgdarleyst.