Hesi vóru í góðveðrinum í dag í Gásadali.

Løgmaður: Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.

politikkur03-05-2017 - 19:07 - Jóanis Nielsen

Svar frá løgmanni uppá fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at ganga í haganum.

 Løgtingið

Tinghúsvegur 1-3

100 Tórshavn             

 

Svar

uppá

 

skrivligan fyrispurning nr. 74/2016 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni um rætt hins einstaka at ganga í haganum

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

1.      Løgmaður nevndi í løgmansrøðu síni 2016, í samband við ætlaðu stjórnarskipanina, at hann vildi tryggja fólki rætt til at ganga í haganum. Hetta var ein grundleggjandi rættur og kom undir frælsi hins einstaka. Hevur løgmaður arbeitt víðari við hesum?

2.      Um nei, ætlar hannn at gera nakað við hetta og hvat?

3.      Ætlar løgmaður í sambandi við stjórnarskipanina at seta girðingarlógina frá 1937 úr gildi, ella ætlar hann at dagføra hana?

4.      Fer munur at verða gjørdur á føroyingum og útlendskum ferðafólki?

 

Svar:

Fyrispurningarnir verða niðanfyri svaraðir soleiðis undir einum:

Í løgmansrøðuni á ólavsøku í 2016 segði eg, at landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti til stjórnarskipan, har ætlanin er, at okkara samleiki verður niðurfeldur, og hetta samleikaskjalið tryggjar okkum grundleggjandi rættindi og skyldur. Vit staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Stjórnarskipanin er ein felags grundvøllur, sum byggir á okkara felags siðir, søgu og mentan. Vit tryggja til dømis rættin at fara á flot og at ganga í haga.

 

Uppskotið er enn ikki liðugt orðað, so ilt er at siga, hvussu ítøkilig orðingin verður í stjórnarskipanaruppskotinum.

 

Í álitinum frá stjórnarskipanarnevndini frá 2006 er uppskot til § 25 í stjórnarskipanina, sum er soljóðandi:

”§25. Hvørsmansrættur

(1) Hvør eigur rætt at ferðast og fara á sjógvi og landi, tá ið tað ikki er til ampa fyri fólk, fæ, ogn, vøkstur og náttúru.”

 

Í viðmerkingunum til uppskotið til § 25 sigur nevndin, at

”Hvørsmansrætturin gevur í meginreglunum hvørjum menniskja rætt til at ferðast og fara allastaðni í landinum. Hagi og fjøll eru í dag eitt upplivingarøki. Tað skal tí verða loyvt hjá fólki at ganga í haganum bert fyri at njóta náttúruna og fyri at styrkja seg til likams og sálar. Hetta skal ikki vera náttúruni, fenaði,fuglameingi, gróðri, gróti og øðrum til ampa.”

 

Løgtingsnevndin, sum í 2010 gav frá sær álit um stjórnarskipanaruppskotið, umorðaði uppskotið hjá stjórnarskipanarnevndini eitt sindur, soleiðis at hon í sínum uppskotið hevur eina § 22, sum er soljóðandi:

”§ 22. Hvørsmansrættur

(1) Øll eiga rætt at ferðast og fara á sjógvi og landi, tá ið tað ikki er fólki, fæi og náttúru til ampa.”

 

Sjálvur taki eg undir við, at tað sum høvuðsregla í stjórnarskipanini er regla um, at tað er frítt at fara hjá fólki í føroysku náttúruni. Men rætturin eigur at verða útgreinaður í vanligari lóggávu, og har eigur at verða ásett, undir hvørjum treytum og við hvørjum avmarkingum hesin rættur kann útinnast.

Í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar.

Men tað kemst ikki uttanum, at har eru fleiri tvørgangandi atlit at taka. Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum.

Eisini mugu atlit takast at landbúnaðarliga rakstrinum á staðnum. Avmarkingar mugu setast í tann mun, gongd í haganum ger seg inn á eitt nú fjallrakstur, lembing, grøði o.a. slíkt.

Eg fari at umrøða við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu vit kunnu gera lógaruppskot, har vit viga øll hesi atlit upp ímóti hvørjum øðrum og lata tey standa í eini skilagóðari javnvág. Onki er at ivast í, at bøndir, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur mugu takast uppá ráð, tá slíkt uppskot verður orðað.

Í Rapport fra JUSCONSULT (2001), Retten til at færdes i naturen – en sammenligning af lovgivningen i ni europæiske lande og delstater” er ein góð lýsing av tí sokallaða ”Allemannsrätten” í øðrum londum. Sum sæst, so merkir hesin rættur ikki, at púra frítt er at fara allastaðni uttan avmarkingar.

Eg haldi ikki, at galdandi lóggáva í girðingarlógini §§ 40-43 kann standa við óbroytt. Eftir henni er als ikki loyvt at ganga í haganum uttanfyri bygdagøturnar uttan loyvi frá røktingarmonnunum. Henda regla hevur fleiri hundrað ár á baki. Hon er frá eini tíð, har knoss og strev var dagligdagurin hjá fólki, og væntast kundi ikki, at nakar av sínum eintingum fór burtur í óbygt uttan so, at viðkomandi hevði onkrar ólógligar ætlanir eitt nú at savna ull ella fáast við óheimilaða veiðu. Seinastu nógvu árini hevur reglan eisini nógvastaðni verið praktiserað sera lagaliga, og røktingarmenn hava ikki talað at, er onkur einstaklingur farin sær ein túr í hagan uttan at hava biðið um loyvi frammanundan.

Mær dámar illa gongdina, har man á grannastevnu fyri einstaka bygd er farin at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.

 

Í Tinganesi, 3. mai 2017

 

 

Aksel V. Johannesen
løgmaður