Løgmaður og eldraøkið

politikkur14-04-2019 - 09:00 - Jóanis Nielsen

Løgmaður var herfyri frammi við meining um, at hann hevði ætlan um at broyta fíggingarleistin fyri eldraøkið, tí at eftir hansara tykki varð fíggingin ikki nóg væl frágingin tá man í 2014 valdi at leggja økið út til kommunurnar frá 01. januar 2015.

Fíggingin av eldraøkinum er í dag samansett av forskattingini av pensiónum, og so ein kompensation fyri serskattaskipanir, DIS, FAS, uttanlandafrádrátt og sjómannaskatt.
Støðan fyri 2015 varð tann, at landið hevði verið djupt niðri í kommunukassunum runt landið, og gjørt serskattaskipanir yvir høvdinum á kommununum, sum høvdu við sær at kommunurnar mistu 100- tals milliónir á hvørjum ári.
Hetta rakti ójavnt kring landið, og vit í Sandoynni gjørdu harðliga vart við, at hetta rakti kommunurnar í Sandoynni serliga meint, tí at so stórur partur at fólkinum í økinum vóru undir hesum serskattaskipanum.
Av tí sama bar snøgt sagt ikki til at leggja útreiðslutunga eldraøkið út til eitt so lítið og hart rakt øki sum Sandoynna, um man ikki samstundis kompenseraði kommunurnar í økinum, so tær komu upp á eitt støði, sum nærum líktist øðrum økjum í inntøkum.
Tíbetur varð lurtað eftir okkum, og leggjast skal enn einaferð dentur á, at hendan kompensatión framvegis er fortreytin fyri at kommunurnar í Sandoynni megna at reka eldraøkið forsvarliga.
Hvat er so hent síðani 2015, sum gerð at kommunur eru vorðnar so harðmæltar sum tær eru viðvíkjandi eldraøkinum?
Jú, tað sum hent er, er at landsins myndugleikar hava telgt burtur av inntøkugrundarlagnum ið givið varð kommununum at passa eldraøkið fyri. Eitt nú hevur landið útsett 1% hækkanina í eftirlønarinngjaldi eitt ár, og somuleiðis hevur landið lækkað kravda prosentið úr 15%, niður í 12%.
Afturat hesum hevur landið lóggivið soleiðis, at kommunurnar skuldu gjalda fyri jólagávuna frá landinum til fyritíðarpensionistarnar á 1000 kr meiri um mánaðan.
Bara av hesum mistu kommunurnar 30 mió kr, meðan landið skoraði 10 mió kr í meirinntøku. Og hvønn gekk hetta ringast útyvir, jú tey veiku økini í landinum, sum frammanundan hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, Sandoynna og Suðuroynna.
Harafturat hevur Fíggjarmálaráðið gingið á odda at hækka lønirnar á eldraøkið heilt óansvarliga nógv, sum hevur við sær at telgt verður uppaftur meiri av súluni sum ber eldraøkinum uppi.
Sjálvur varð eg við til at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, eg metti tað varð rætt tá, og eg meti framvegis at tað varð ein røtta avgerð.
Hyggja vit eftir hvat er hent við tænastuni ið veitt verður, so er hon munandi batnað síðani kommunurnar yvirtóku økið, og við undantaki av nøkrum fáum lokaløkjum, er friður um økið, nakað sum ikki varð kent áðrenn 2015.
Tað sum mest at øllum loypur fjáltur á kommunur ið umsita økið, eru inntrivini ið verða gjørd frá landsins síðu í fíggingina av eldraøkinum, og tað at kommunur ongantíð kunnu hava álit á, at man ikki á hvørjum ári pilkar við grundarlagið undir útleggingini. Hetta kundi Løgmaður passandi tikið hond um at bøtt.
Óansæð hvat gjørt verður, mugu vit ongantíð sum kommunur góðtaka, at kompensatiónin fyri serskattaskipanirnar verður tikin frá okkum aftur. Framvegis fáa kommunurnar ikki fulla kompensation fyri hesar skipanir, og tað má verða eitt krav um landið hugsar um at broyta fíggingarleistin, at vit fáa fulla kompensation fyri órættvísið ið er kommunum fyri av hesum serskipanum.
Vil Løgmaður eldraøkinum og kommunum tað væl, kundi hann eitt nú byrjað við at latið kommunum alt MVG-ið aftur, sum jú eisini dýrkar økið í mun til tá landið hevði økið. Tað hevði munað væl, og bøtt um tænastuna, sum jú má verða tað primera málið við at broyta skipanir, hetta at vit betra um tænastuna til borgaran.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi og formaður fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu