Løgmaður á fund við Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn

Politikkur22-01-2019 - 07:05 - Jóanis Albert Nielsen

Løgmaður skal hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran í dag.

Á middegi verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.

Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur.

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

Løgmaður kemur aftur til Føroya í kvøld.