Lógaruppskot um verklagslóg at byggja 106 íbúðir

politikkur02-03-2017 - 07:43 - Jóanis Nielsen

Uppskot til løgtingslóg

um at byggja bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Tórshavn.

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað verða bygdir í Suðurstreymoy.

Stk. 2. Bústaðirnir skulu fevna um sjálvstøðugar íbúðareindir í stødd millum 35 og 60 fermetrar fyri hvørt búfólk við egnari inngongd, køki og baði.

Stk. 3. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 212 mió. kr. íroknað innbúgv og útgerð.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2021.

Viðmerkingar

Sambært Almannaverkinum eru viðurskiftini á bústaðarøki teirra menningartarnaðu og teimum við fjølbreki so afturútsigld seinastu mongu árini, at skal økið lyftast upp á eitt nøktandi og virðiligt støði aftur, er tørvur á 212 milliónum. Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, ið búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi, her er lítið og einki bygt seinastu 40 árini, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu.

Svar almannamyndugleikans uppá akutta tørvin er ein verkalagslóg uppá 25,5 mió., ætlað til umvælingar av gomlu bygningunum á Eirargarði. Hesir fýrati ára gomlu bygningar eru tó í so vánaligum standi, at fólk vórðu flutt akutt úr pørtum av teimum fyri einum ári síðani. Umvælingarverkætlanin skal byrja í septembur og verða liðug 1½ ár seinni. Ætlanin er síðani, at dupult so mong sum í dag skulu hýsast har, hetta meðan nýtt verður bygt og verandi sambýli, 46 í tali, veða umvæld. Viðmerkjast skal, at fleiri av hesum sambýlum, sambært kanning hjá Landsverki í 2014, eru búgvin at takast niður,

Umvældi Eirargarður skal, við øðrum orðum, umframt at vera fastur bústaður hjá umleið 18 fólkum við menningartarni/fjølbreki, verða 'buffari' í tilgongdini at bøta um bústaðarstøðuna hjá fólki úr skiftandi sambýlum í Havn. Hesi fólk, við diagnosunum menningartarni, fjølbreki, seinheilaskaða og autismu, skulu fyribils inn á Eirargarð at búgva, umframt at húsið skal verða dagtilhald hjá børnum, ungum og eldri við menningartarni og taka ímóti heimabúgvandi fólki til umlætting

Viðvíkjandi umvæling av gomlum lærir søgan okkum tó, at prísætlanir sjáldan halda. Umvælingin av Eirargarði kann tí lættliga nærkast teimum fýrati milliónunum. At umvældi bygningurin bert skal verða fyribils og brúkast í fá ár, fer neyvan heldur at halda, tað vísir søgan okkum eisini. Eisini er talan um óhóskandi spill av peningi, at brúka 30- 40 mió. til ein bygning, ið ætlanin er bert skal vara í fá ár.

Betri stendur tíbetur til runt landið, har bústaðir við nútíðar kørmum eru bygdir, m.a. í Klaksvík og Runavík. Har eru tvey nýmótans sambýlir við 12 smærri íbúðum bygd í ávikavist 2015 og 2016. Í hesum bústøðum hevur hvør borgari eina lítla íbúð á umleið 35 m2, umframt felagsrúm. Hetta stendur í andsøgn til ætlaðu umvælingarnar av bústøðunum á Eirargarði, har ætlanin er, at búfólkið, eftir umvælingar, framhaldandi bert skal hava eitt lítið sovikamar á 13,9 fermetrar sum sítt privata rúm, og tey flestu skulu deila wc/bað við onnur.

Leggjast skal afturat, at bíðilistin til vardan bústað í Suðurstreymi er 106 fólk. Tá eru tey, sum búgva í verandi sambýlum, ikki tald við.

Uppskot Miðfloksins er, at vit politikarar, umframt at taka í egnan barm og viðurkenna ábyrgdina av verandi støðu, rætta teim raktu hond og yvir komandi 4 árini játta tann pening, ið skal til, fyri at lyfta tey bústaðarliga uppaftur á eitt virðiligt støði.

Skotið verður upp at byggja 106 sjálvstøðugar íbúðareindir, sum eru til støddar millum 35m2 og 60m2 alt eftir, hvønn tørv brúkararnir hava, allýstur í samstarvi millum brúkarar, avvarandi og fakligar ráðgevarar.

Verklagslógin fer úr gildi 31. desembur 2021, tá allir bústaðirnir skulu verða liðugt bygdi, tað sigur Miðflokkurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið.