Lega í Zarepta fyri 60+ - Ebenezerlega í Zarepta

Mentan26-09-2017 - 09:15 - Jóanis Albert Nielsen

Í seinastu viku var ein forvitnislig lega í Zarepta fyri 60 ár og eldri. Heiti á leguni var: “Men lívid lær.” Samkoman í Ebenezer skipaði fyri leguni, id var fyri eldra fólki í samkomuni í Ebenezer, og varð lýst 60+

Ein av fyrireikarunum, Anni Fjallsá, sigur, at áhugin var sera stórur og at húsid var fullsett. Fýra bíbliutímar vóru settir á skránna. Evnini vóru: Samanhald og umsorganAt Bera ávøkst í tolni - Hirdatænasta, royndir og leidbeiningar - og enntá gráhard bera tey ávøkst. Tað vóru Øssur Berghamar, Jústines Eliassen og hjúnini Elsa og Róland í Skorini, ið høvdu bíbliutímarnar.

Annad áhugavert var eisini á skránni: Øssur Berghamar hugleiddi um samkomusangin frá sekstiárunum til dagin í dag, við atliti til sangir hjá Brynleifi Hansen og Zacharias Zachariassen. Eisini var kvøldseta har sjóneykan verður sett á, at tad eru 50 ár síðani Zarepta vard tikid í brúk.

Øssur greiddi m.a. frá undir hvørjum umstøðum, ið kórið, “Eg ynski at tæna Jesusi,” varð skrivað: Øssur segði, at Brynleif ynskti at hava eitt temakór til summarleguna í 1970, og í tí sambandinum hevði hann avgjørt, at eitt ørindi í Josva skuldi vera evni tað summari: “Veljið í dag hvørjum tit skulu tæna.”

Øssur greiddi nakað soleiðis frá: “Eg og Susan høvdu nógv at gera við at fáa íbúðina klára, í Leivsgøtu 8 úti í Grønlandi, tí vit skuldu giftast um fáar dagar. So bankar á dyrnar, og tað er Brynleif Hansen, sum stendur í hurðini. Hann spyr, um eg kann skriva eitt temakór til summarleguna í ár (1970) og eisini gera lagið til kórið. Eg segði Brynleifi, at eg hevði ringar stundir orsaka brúdleypsfyrireikingar, og at vit skuldu til Onglands seinni í vikuni har brúdleypið skuldi haldast. Men Brynleif strongdi á, og úrslitið var, at eg í skundi skrivaði bæði orð og lag, og ávegis á flogvøllin steðgaðu vit á hjá Brynleifi og Elsu í Vatnsoyrum, og tá vísti eg honum kórið og kunnaði hann um lagið.

Kórið gjørdist ein fulltreffari á summarleguni í 1970, og hevur verið ein sannur Zareptaskattur síðani.

Elsa í Skorini, sum var til ungdómsleguna fyrsta árið í Zarepta í 1965, og sum var 15 ára gomul tá, skrivaði dagbók. Tað var sera áhugavert og skemtiligt at hoyra Elsu, undir kvøldsetuni mikukvøldið, lesa brot úr dagbók síni frá ungdómsleguni í 1965.

Mikukvøldið varð boðið til sjálvtøkuborð, har matskráin var burturav úr havinum – hummarar, rækjur, skeljar, laksur og nakað væl afturat. Øll vóru á einum máli um, at hetta stóð einki aftanfyri fleirstjørna matstøð í útlandinum.

Legan byrjaði týskvøldið 19. september og endaði hósdagin 21. september. Alexandur Samuelsen leiddi kvøldseturnar á ein sera livandi hátt.