Lív var sett aftur í tilbúgving í gjár - í morgun kom fyrsta uppgávan

20-04-2018 - 20:22 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 08:29 í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Nólsoy og inn til Havnar har hann skuldi á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum so seint sum seint í gjárskvøldið var settur aftur í tilbúgving eftir at hava verið í Svøríki til viðlíkahald. Lív var tikin úr tilbúgving 21. feb. 

Klokkan 9 var Lív í Nólsoy, og klokkan 9:55 var Lív aftur í Havn við sjúklinginum.