Boð eftir LÍV til ein bát ið var staddur vestanfyri

19-05-2019 - 18:50 - Jóanis Albert Nielsen

Um 14:30 tíðina í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið trupuleikar vestanfyri Sandoynna. 
 
Bjargingarbáturin Lív fór bátinum til hjálpar og sleipaði bátin til Skopun. Lív var á Skopun klokkan 16 við bátinum.