Nýggjastu


Boð eftir Lív at hjálpa einum 6-mannafarið í Hestfirði

vinna07-12-2019 - 22:11 - Jóanis Albert Nielsen
Um 17 tíðina seinnapartin í dag loysti bjargingarbáturin Lív úr Vágsbotni, og setti kós ímóti Hestfirði har eitt 6-mannafarð hevði fingið motortrupulleikar. 

Lív var hjá bátinum lítla løtu seinni, báturin var tá staddur beint útfyri Trøllagjógv á Hestoynni. Tá var ein annar bátur komin til og var byrjaður at sleipa 6-mannafarið. Lív fylgdi teimum til Hest. Lív flutti síðani manningina úr Hesti á Gomlurætt.