Lív hevur gjørt ein sjúkraflutning í nátt

13-09-2017 - 08:31 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 01:52 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Nólsoynni, og flyta hann á Landssjúkrahúsið.

MRCC sendi boð eftir Rescue Lív, sum var í Nólsoy klokkan 02:30 í nátt. Lív fekk persónin umborð, og fór síðani aftur til Havnar har ein sjúkrabilur stóð fyri teimum við Vestaru bryggju.